Birita Debes úr FLOT vann gull í dag í 50 rygg (bólkur 12-13 ár) við tíðini 31.91. Poula Ø. Mohr úr FS gjørdist nr 5 við tíðini 33.12. Í morgun svumu tær hesar tíðirnar í teimum innleiðandi riðlunum: Birita 32.60 og Poula 33.30. Jóhanna Egholm (FS) svam tá 35.90. Susan Jensen (FLOT) svam 40.71. Eyðbjørg Jacobsen úr FLOT svam 41.13. Tíðin hjá Joan Kristinu í Jákupsstovu (FLOT) varð 42.32. Bjørg Olsen (FLOT) svam tíðina 43.66. Tóta Langgaard svam 51.64.
Í bólkinum 14-15 ár fingu vit hesi úrslitini frá teimum innleiðandi riðlunum. Hildur á Fløtti (FS) slapp víðari til finalurnar við tíðini 35.17. Jónfríð Hansen (FS) svam 35.36, og slapp eisini víðari til finaluna. Aimée Jacobsen (FLOT) svam 39.69. Úrsltini frá finaluni eru ikki komin á livetiming enn.
Í bólkinum 16 ár svam Katrin Jacobsen (FLOT) 38.20, ið var nokk til eitt finalupláss.
Jóhan Hermann Slættalíð (FLOT) luttók í 50 rygg í bólki 14-15 ár. Tíðin hjá honum varð 37.99.
Tróndur Olsen (FLOT) slapp víðari til finaluna í bólkinum 16-17 ár. Tìðin hjá honum í 50 rygg frá innleiðandi kappingunum varð 32.14.