Pál millum bestu seniorar í Evropa

Sum tit kanska hoyrdu í ítróttartíðindunum í kvøld, so segði Jón Bjarnason í gjár, at tíðin hjá Pál í 1500 frí var tann fimtbesta tíðin sum var svomin av nøkrum evropea í ár.

Eg dugi ikki at finna akkurát hasa styrkismetingina á netinum, men um vit hyggja at www.swimrankings.net, so er tað heilt greitt at Pál er væl við í kappingini. Ja, fyri sæsongina 2009 er støðan so mikið góð, at hann kemur at standa á einum fyrstaplássi á styrkismetingarlistanum, tá ið vit samanbera við hansara 3:45.21 í 400 frí.

Men men, akkurat tann listin er kanska i so ungur enn, á listanum fyri 2008 verður plaseringin umleið eitt 22. pláss.

4 thoughts on “Pál millum bestu seniorar í Evropa”

  1. Sí hvat Jón skrivar her á susvim.com: “Tíðin hjá Pál var 14:49,34 og er betur enn World Cup vinnarin frá Sidney Australia í gjár (15:06,23), sami maður vann GULL til OL í ár. Bara fyri at tykur øll fáa ein varhuga av hvussu góður Pál nú er :o)”

  2. Um ein hyggur at Evropa Rankings beint nú fyri seniorar, so er hugaligt um ein ger tað við føroyskum “brillum”

    Hjá monnum við Pál Joensen: 400, 800 & 1500m frí
    http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&clubId=1&season=2009&course=SCM&agegroup=X_X&stroke=0&gender=1

    Hjá kvinnum við Elspu Mørkøre: 50 & 100m rygg
    http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&clubId=1&season=2009&course=SCM&agegroup=X_X&stroke=0&gender=2

    Evropa Meistarakappingin í 25m hyli verður frá 11. til 14. desembur í Kroatia, og kann blíva sera hugaligt fyri okkum. Sjálvandi eru Top-svimjarir í Evropa sum enn ikki hava svomi seg fult út, og tí ikki eru at finna í toppinum á Swim Rankings, men tíðin gongur, og bert eru 2x3vikur av kvalitet venjing eftur, so SKAL ein “levera vøruna”

    Bring it on ;o)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.