Bjarta Jógvansdóttir (FS) luttók í 50 rygg í morgun. Tíðin hjá henni var 45.79. Tað rakk til eitt 32. pláss millum tey 11 ára gomlu.
Jóhann Heðinsson (FS) svam 34.01 í innleiðandi 50 rygg í morgun, og við 6. bestu tíð slapp hann víðari til finaluna fyri 13 ár og yngri. Tóki Joensen (FLOT) svam 41.90, meðan Jón Arni Hjelm (FLOT) svam 42.64.
Óluva Jacobsen (FS) svam 6. bestu tíð (33.03) í 50 frí (bólkur 11 ár og yngri), og er sostatt víðari í finaluni. Sunnleyg Eliasen (FS) svam somu grein 34.83. Bjarta Jógvansdóttir (FS) fekk tíðina 43.83.
Jóhann Heðinsson (FS) kvalifiseraði seg til enn eina finalu. Hesuferð í 50 frí, har hann hevði tíðina 28.87. Tóki og Jón Arni svumu ávikavist 35.19 og 36.79.
Óluva Jacobsen vann eitt silvur heiðursmerki í 100 firvald við tíðini 1:22.30. Gulltíðin hjá Maj Howardsen úr Allerød var 1:21.47.
Jóhann Heðinsson vann silvur í 100 firvald við tíðini 1:10.88. Vinnara tíðin hjá Laust Norgren úr Helsingør var 1:06.51.
Óluva gjørdist nr 5 í 100 bringu við tíðini 1:35.38. Hon lá annars til eina bronsu medalju aftaná 50 m tá hon vendi við tíðini 44.45. Tíðin hjá Sunnleyg var 1:40.26. Eisini hennara fyrstu 50 m vóru lutfalsliga skjótir (46.93). Sunnleyg gjørdist nr 9 samanlagt, sum var betri enn væntað út frá startlistanum har hon lá nr 12.
Jóhann Heðinsson gjørdist nr 6 í 100 bringu. Tíðin hjá honum var 1:25.72. Tíðin hjá Sunnleyg í 200 frí varð 2:49.03. Tað rakk til eitt 16. pláss. Og Jón Arni Hjelm var við í síðstu kappingini, sum var 200 frí. Tíðin hjá honum var 3:04.54.
Við tilvísing til kjakið millum Bartal og SPEEDO í gjár, so legg til merkis hvat felag sum stendur undir Óluvu á hasari myndini. Opinbart heldur Køge eisini at Óluva hoyrir til í Leirvík 🙂
Ja tað sigt at Reki hevur mist ein góðan svimjara. Óluva hevur valt at fara aðrar leiðir at royna seg innan svimjing, hon er farin til FS (Fuglafyrða svimjifelag) at trena, har hon hevur vant Saman við svimjarar í hennarar årg saman við Venjarinum Sonna, fyri at menna seg innan fyri svimjingina, ja tit kunnu bara hyggja eftur úrslitinum í Herfølge hvusse mega nógv hon hevur ment seg hesa tíðina. Hjartaliga Tillukku Óluva við teimun góðu úrslitinum og eisini ein Heilsa til tykkum allar svimjarar tillukku. 🙂