Pál eigur í løtuni bestu tíð av øllum evropeiskum seniorum í 400, 800 og 1500 frí, og Elspa eigur bestu tíð í 50 og 100 rygg, umframt í “200 Freestyle Laps”, sum vist nokk er splitt-tíð í stafett. Evropeiski styrkismetingarlistin er gott nokk ungur enn, fyri sesongina 2008/2009; men sum Jón Bjarnason viðmerkir her, so skulu hini altso til at oppa seg, um tey skulu verða klár til at kappast móti Páli og Elspu á EM í Kroatia í desember.
Styrkismetingarlistin fer sjálvsagt at broyta seg við komandi kappingum, og eg havi tí tryggjað okkum nøkur ‘snapshots’ her niðanfyri. Klikkja á myndirnar til at koma á Flickr, har til ber at síggja myndirnar í størri stødd…
“Styrkismetingarlistin fer sjálvsagt at broyta seg”
Ja frá 2. plássi og niður, ik sannheit? :o)