Á fundi 30. oktober 2008 hevur starsvnevndin viðtikið hesa reglugerð, ið fær gildi beinanvegin.
Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag
Svimjari hevur rætt til at vera limir í fleiri svimjifeløgum í senn, men kann bara umboða eitt felag í svimjikappingum í senn.
Luttøka uttanlands fyri útlendskt svimjifelag, broytir ikki uppá rættindi at umboða eitt svimjifelag í Føroyum.
Skifti av felag
- Ynskir svimjari at umboða annað felag innan svimjing, er skifti galdandi 30 dagar eftir at Svimjisamband Føroya hevur móttikið skrivliga fráboðan. Fráboðanin skal sendast við telduposti til skrivstovuna hjá Svimjisambandinum. Í fráboðanini skal standa fulla navnið á svimjaranum, føðingardagur og navnið á gamla felagnum. Hesar 30 dagarnar umboðar svimjarin gamla felagið í kappingum og úttøkum.
- Í sama kappingarári kann svimjari í mesta lagi skifta felag tvær (2) ferðir og í mesta lagi umboða tvey (2) feløg.
- Svimjari, ið ikki hevur luttikið í svimjikappingum í Føroyum seinastu 2 kappingarárini, kann uttan fráboðan umboða annað felag. Hetta verður ikki roknað sum skifti.
- Svimjari skal hava øll limaviðurskifti við gamla felagið í lagi, áðrenn skifti kann fara fram. Limagjalds- og aðrar eftirstøður eldri enn 12 mánaðir kunnu ikki innkrevjast í hesum sambandi. Eru ivamál um hesi viðurskifti, tekur svimjinevndin avger eftir at hava hoyrt partarnar.
Kelda: ssf.fo