Pál kom nær metunum í 50, 100 og 200 bringu, men náddi teimum tó ikki heilt. Shaila royndi eftir metinum í 50 frí, men var somuleiðis ‘bara’ nær við, við frálíku tíðini 27.19 sekund. Helena kom undir kravtíðina til NJM í 100 rygg við tíðini 1:09.28 (!). Og Mona skoraði flest FINA stig, tá ið hon svam 800 frí í tíðini 9:15.46 (t.e. 714 FINA stig). Eg skal fara at telja heiðursmerki osfr., men fyribils mugu tit klára tykkum við úrslitalistan sum viðfesta tekst- og html-fílu.
(Savnsmynd. Pál svimur bringu á HS-stevnu í januar 2008)
Havi nú viðfest RE-fíluna eisini, at brúka til hagtalsforrit og líknandi
á susvim.com, sí http://www.knassi.net/knassi_news_show.php?id=25251&number=17&width=
Eg haldi at har vóru nógv spennandi úrslit. Og ivist eg onga løtu í at okur um stutta tíð hava fólk sum kunnu náa tað støði sum Pál er á í dag. Eg tími ikki at nevna fleiri nøvn, men har er nógv potentiali, nú er bara at fáa sum best burturúr.