Frálíkt evniskvøld um føroyskan úrvalsítrótt

Eg haldi at serliga vit innan svimjing kunnu fegnast um tiltakið í gjár, har tað veruliga varð varpað ljós á tørvin á einum úrvalsumhvørvi í Føroyum, og fólk sum heild vóru við uppá at fáa okkurt at henda skjótt. Politikararnir vóru nógv minni avvísandi enn eg væntaði at teir fóru at vera, og restin var jú í denn grad jalig fyri at fáa okkurt at henda, við svimjingini sum ein náttúrligur partur av útvalsumhvørvinum.

Eg má tó líka viðmerkja, at eg enn undrist á svarið frá Helenu Dam á Neystabø, tá ið eg spurdi um tey kundu hjálpa lokaløkini við at skaffa okkum neyðugar karmar. Tað var okkurt a la ‘tey hava sent okkum fyri 275 milliónir krónur av umsóknum, men vit hava bara 3 milliónir at býta út’. Er tað ikki so, at Landið bara skal gjalda umleið helvtina av íløguni, og lokaløkið tí ber hina helvtina? Og merkir tað tá ikki, at lokaløkini í veruleikanum eru jalig fyri at gera íløgur fyri hundraðtals milliónir, meðan Landið bara vil gjalda 3?

Fyri mær virkar tað tá sum um at tað er Landið sum er forðing fyri útbygging av ítróttarkarmum kring landið, við háfloygd at lova 65%, men í veruleikanum bara vilja gjalda fyri hjáputur. Hvat er tað sum Landið væntar at fáa fyri hasar milliónirnar? Eina bingohøll?

Lesið eisini tíðindi frá tiltakinum á t.d. isf.fo og http://www.fsvim.com/index.php?option=com_content&view=article&id=56:temakvoldie-i-kringvarp-foroya&catid=2:tieindi&Itemid=2. Kringvarpið hevur eisini okkurt liggjandi her á sínari heimasíðu. Her niðanfyri er ein mynd úr myndasavninum hjá ÍSF, sum tíverri var tann frægasta sum eg fann av mær sjálvum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.