Nýggi formaðurin í Svimjisambandinum hevur sent fylgjandi bræv út til feløgini, sum tit eisini kunnu lesa her á ssf.fo:
Bræv frá formanninum
Mánadagur 10. november 2008
Góðu tit øll
Bara ein lítil heilsa frá Svimjisambandinum. Hevði ynskt, at eg hevði torað at kallað hetta lítla bræv fyri eitt vikubræv, men tað er í so ambitiøst. Vónandi verður orka til at senda eina lítla heilsan út við jøvnum millumbilum.
Streaming frá svimjikappingum
Í vikuskiftinum fóru royndir fram at streama HS-kappingina, og var hetta væleydnað. Rókur og hansara menn arbeiða nú við einari enn betri loysn, ið væntandi fer at gera streamingina enn meira áhugaverda. Svimjisambandið ætlar, at tað skal streamast frá øllum svimjikappingum í 25 metra hyljum. Henda ætlan gevur okkum stórar møguleikar at koma út til øll við kappingum. Annars finna tit streamingina og aðrar áhugaverdar upptøkur á www.svimjing.com
Úrvalsítróttur í Útvarpshøllini
Sera áhugavert tiltak var í Útvarpshøllini um úrvalsítrótt. Jón Bjarnason var ein av trimum, ið hevði eitt upplegg og sum altíð var boðskapurin hjá Jón greiður og væl framborin. Eisini millum áhoyrararnar var svimjingin væl umboðað og tóku bæði Rókur í Jákupsstovu, Petur Heðin og undirritaði orðið. Stemningurin var sera jaligur og annað enn jaligheit kom burturúr. Svimjisambandið undirskrivar væntandi eina avtalu við Helenu Dam á Neystabø, mentamálaráðharra, sum gevur Pál møguleikar at legga svimjing og skúlan til rættis á besta hátt.
World Cup
Í samband við avtaluna um skúlagongd gjørdist tað møguligt hjá Pál Joensen at fara til Stokkholm at luttaka í Word Cuppinum har. Pál er seadur sum nummar 7 í 400 frí og nummar 4 í 1500 frí. Vónirnar til góð úrslit í 1500 eru góðar, men mótstøðumenninir eru so góðir sum olympiski mestarin Mellouli, ið sunnudagin 9. november svam 14:34.31 til World Cuppin í Moskva. So krøvini til Pál eru ein betring uppá 12-15 sek ella eitt miðalsplitt uppá 29. SVT24 sendir frá kappingini týskvøldið og mikukvøldið, tó bert frá kl. 19.00 svenska tíð, og merkir hetta, at 1500 frí mikukvøldið verður ikki sent. Annars kunnu vit finna leinkjuna til streamingina á www.svimjing.com.
Evropeisk stutthyljameistarakapping
Liðið til Evropeisku stutthyljameistarakappingina er nú fullmannað við fýra svimjarum: Shaila, Mona, Kári og Pál. Kappingin verður 11. til 14. desember í Rijeka í Kroatia.
Norðurlendsk Junior Meistarakapping
NJM verður í Södertälje 6. og 7. desember. Í skrivandi løtu hava vit tveir svimjarar, ið hava klárað kravtíðina, seinasta freist at náa kravtíðina var í farna vikuskifti.Talentlandsliðvenjing
Venjing fyri okkara ungu talent verður í Klaksvík 5. og 6. desember. Jórun Eið Johannesen nevndarlimur og venjararnir Rúni Gaardbo og Jóhan Martin Poulsen skipa fyri hesari venjingarlegu. Feløgini fáa nærri boð um venjing frá Rúna, Jóhan og Jórun.
Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag
Á fyrsta nevndarfundi viðtók starvsnevndin nýggja reglugerð um „limaskap og skifti av svimjifelag“. Vónandi er hetta øki nú greitt fyri øll. Tit finna reglugerðina á www.ssf.fo.
Starvsnevndarfundur
Starvsnevndin hevur fund nú mikudagin 12. november kl. 17.00.
Við svimjikvøðu
Jon Hestoy