Berlin World Cup verður eisini víst ‘live’

Faktiskt verður tað víst ‘live’ beint nú, við Mellouli og Glæsner í vatninum. Teir svimja 400 frí, og um eina løtu kemur so Elspa Mørkøre við næstbestu tíð í 200 rygg. Hon svam eisini 50 rygg fyri løtu síðani, og fekk har sættbestu tíð, 28.17.

Orsaka at hetta kemur eitt sindur ‘ketta upp úr høvdatrog’, men sambært World Cup heimasíðuni skuldi tey ikki byrja at senda ‘live’ fyrr enn kl 18:00 GMT. Eg væntaði heldur ikki annað, men fór at ivast, nú fráboðan kom frá SwimInfo, um at Peter Marshall hevði sett heimsmet.

Heimasíðan hjá svimjistevnuni eitur www.fina-arena-worldcup.com, og tað ber eisini til at fylgja við á www.omegatiming.com, umframt at síggja ‘live stream’ frá finalunum her.

2 thoughts on “Berlin World Cup verður eisini víst ‘live’”

  1. Hann lá til at seta heimsmet teir fyrstu 200 metrarnar, men dragnaði so eitt vet ímóti endanum, í teimum 400 frí. Men tíðin varð allíkavæl frálíkt, 3:36.75 har hann í Stockholm svam 3:38.42.

    Og Glæsner tók nú danska metið frá Jacob Carstensen, við at betra seg frá 3:42.79 í Stockholm til 3:41.30 í Berlin, har metið hjá Carstensen var 3:42.08.

    úrslitalistan her, Mellouli nr 1, Biedermann nr 2 og Glæsner nr 3.

    Heimsmetið hjá Grant Hackett í 400 frí er 3:34.58, evropeiska hjá Prilukov 3:37.35, og norðurlenska hjá Anders Holmetz 3:40.81.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.