Elspa Mørkøre varð í dag nr 4 í finaluni í 100 rygg, á World Cup stevnuni í Berlin. Tíðin 59.55 var éin hundraðpart frá bestu tíð hennara, og tað sigur væl eitt sindur um støðið, at hon her svam skjótari enn Sanja Jovanović, sum hevur heimsmetið í 50 rygg.
Mads Glæsner úr Danmark svam aftur skjótt, tá ið hann í 1500 frí vann sína aðru World Cup hesa vikuna, við tíðina 14:38.97, éin tíggjundapart spakuligari enn mikukvøldið. Hann fekk tó skarpan gang frá týska Jan Wolfgarten, sum við sínum 14:39.58 nú má roknast sum enn ein kappingarneyti hjá Pál, á komandi EM meistarastevnuni í Kroatia í desember.
Elspa svam skjótari 100 rygg í dag enn tann sum hevur heimsmetið í 50 rygg. Pál svam upp ímóti einum í 400 frí, sum síðani nakrar dagar seinni setur heimsmet í 200 frí.
Hóast eg royndi at lurta og lesa væl í allan gjár, so frætti eg púra einki í okkara “professionellu” fjølmiðlum, um at Elspa hevði vunnið bronsuheiðursmerki á World Cup.
Tey velja heldur at skriva um at vit heldur ongan kjans hava í talv.
Eg haldi fjølmiðlarnir dyrka taparar: “Var hetta eitt heiðurligt úrslit at tapa stórt mótir blablabla…”
Ja tað er teirra profession, men so er nok sagt.
At greiða frá um svimjing á høgum støði, krevur innlit. Innlit kemur bert um tú ger títt arbeiði, fyrireikar teg, ella fyri at siga tað stutt og greitt, er professionellir.