Vit á Jarðfeingi høvdu herfyri vitjan av nøkrum svenskum verkfrøðingum, í sambandi við at royndir verða gjørdar við berghita í Føroyum. Teir fortaldu ymiskt áhugavert, um hvussu hiti kundu fáast úr jørð, bergi, luft og vatni, og í hesum sambandi um hvussu nakrar svimjihallir í Svøríki brúktu ‘sjóhita’ til at hita vatnið við. Ein bílig og grøn loysn, sum átti at verið vælegnað eisini hjá okkum í Føroyum.
Tú kanst fáa eina ‘varmapumpueffekt’ úr øllum, so leingi sum tað tú tekur hita frá bara hevur ein ávísan varma. Og helst ein rímiliga støðugan varma. Tað krevur eitt sindur av streymi (altso ravmagni), men gevur eftir øllum at døma ríkiliga nógvan varma afturfyri, til at tað loysir seg í Føroyum. Tí hoyrir man um fólk sum spara pengar við at fáa sær varmapumpur, ið annaðhvørt skapa hita burtur úr luftini uttanfyri, ella burtur úr vatni, ella burtur úr hitanum í klettinum undir okkum.
Og hetta kann altso eisini brúkast til at hita svimjihallir við. Les til dømis Word-skjalið her av www.europeansmallislands.net: “On the autonomous Finnish island of Åland, a public swimming pool uses thermal heat from the sea”. Ella Word-skjalið her av www.energie-cites.eu, um hvussu polakkar brúka 6° heitt kloakkvatn og drekkivatn til at hita m.a. eina svimjihøll við.
(Oyggjaleikasvimjihylurin á Álandi. Havi tó ikki kunnað staðfest um tað er hann tey meina við)
Eftir hasum skjalinum at døma tók tað polakkunum 2 ár at spara inn aftur tað sum íløgan kostaði til svimjihøllina, og hetta samsvarar eisini væl við tað sum vit hoyrdu svenskararnar siga. Ja, teir tosaðu enntá um bara 1½ ár, til at man hevði spart tað í olju, sum ein sovorðin sjóhitaskipan kostaði. Eitt konkret dømi er “Turning Torso” háhúsið í Malmö, sum brúkar berghita, sum eg haldi meg minnast at teir søgdu spardi seg inn eftir éinum ári.
(Bjarki og JK leita eftir hitanum í sjónum. Turning Torso sæst aftanfyri)
Vit hava sjógvin allastaðni rundan um okkum, og tað er tilfeldigvís ideelt at vatnið í svimjihylinum ikki skal hitast so øgiliga nógv upp, í mun til t.d. krana- og brúsuvatn. Sjógvurin er støðugt heitur árið runt, og tað er oftast slættast niðri við sjóvarmálanum, til at seta sovorðnar stórar bygningar. So her er lítið og einki at bíða eftir 🙂
Keldur:
http://www.europeansmallislands.net/Models-Energy/Energy-on-the-Small-Islands.doc
http://www.energie-cites.eu/db/bielsko_biala_575_en.pdf
He he, síggi sloganið fyri mær: “Við eitt sindur av vilja kann sjálvt lortur hita ein svimjihyl” 🙂
– men spøg til side, so er hatta genialt. Og kann brúkast til alt møguligt annað eisini. Golf-streymurin er ótømiligur, fyri okkum føroyingar.
Eftir ætlan skal skúlin og svimjihylurin í Sørvági hitast av sjóhita. Skipanin, ið verður grivin niður í sandin, verður met at kosta 1 mio kr og sparir seg innaftur eftir 6 ár, um alt gongur eftir ætlan. Tað er at lesa í Vinnuvitan í gjár.
Havi nú fingið svar úr Álandi, um hvør hylur talan er um:
Havi roynt at leitað meira eftir høllini, og lesi t.d. á heimasíðuni hjá Ålands radio/tv, at tey møguliga hava umbygt svimjihøllina til íbúðir.
http://www.radiotv.ax/news.con?iPage=5&item=2313&m=2