Sambært SwimNews hevur nýggja superdraktin frá “Blueseventy” nevniliga verið brúkt allar seks ferðirnar, sum nýtt heimsmet hevur verið sett, seinasta mánaðin. Og evropeiskir venjarar sum til dømis nýggi russiski landsliðsvenjarin Vorontsov skunda tí undir FINA og LEN, at fáa kannað hesa draktina betur, helst áðrenn EM í Rijeka.
SwimNews fortelur um tveir bringusvimjarar, sum eftir øllum at døma svumu eitt sekund skjótari 50 metra bringu í draktini, enn tá ið teir royndu uttan. Men teir vóru noyddir at tillaga teknikkin eitt sindur, av tí at draktin vegna sínar vátdrakts-eginleikar broytir so nógv uppá mátan sum man flýtur í vatninum. Og tað er kanska ikki so løgið, at talan er um ‘vátdrakts-eginleikar’, tí talan er um eina fyritøku sum byrjaði við at gera draktir til t.d. triathlon, har man (og her skrivi eg fyri egna rokning) hevur stoltar traditiónir fyri at pressa sum mest burtur úr reglunum fyri hvussu væl draktin má hjálpa svimjaranum at flóta.
‘In other news’ kunnu vit lesa at Adidas nokk eisini er á veg burtur úr svimji-ítróttini. Sikkurt av somu orsøk sum hví Nike fór; tí tey ikki vilja uppí hesa hátøkniligu og dýru ‘vápnakappdubbingina’. Les til dømis á SwimInfo og (serliga) SwimNews, um hvussu svimjingin ræðist av missa møguligar sponsorpengar, nú klædnaleverandørarnir verða færri og færri. Tað stendur eisini at lesa í TimesOnline, men gev gætur at tað aftur her er SwimNews-skribenturin Craig Lord sum skrivar, og at tað altso er hendan greinin sum er kelda til tíðindini á SwimInfo.