So er startlistin til evropameistarastevnuni í Rijeka komin, og latum okkum heldur beinan vegin staðfesta, at Pál Joensen er í finaluni í 1500 frí. Tíverri á ytstu geil, sum nr 8, men tað er so betur enn at vera bestur av teimum sum ikki koma í finaluna. Startlistin fer eisini at kunna finnast her á omegatiming.com, innan alt ov leingi.
Niðanfyri er ein talva sum vísir føroysku luttøkuna. Eg havi loyvt mær at skoyta Elspu uppí, hóast hon svimur fyri Danmark.
Kapping | Grein | Seeding | Svimjari | Tilm.tíð | Nær verður svomið? |
---|---|---|---|---|---|
4 | 100 rygg | 13 | Elspa Mørkøre | 59.54 | hósdag fyrrapart* |
6 | 100 firvald | 48 | Kári J. á Høvdanum | 1:02.42 | hósdag fyrrapart |
10 | 400 frí | 13 | Pál Joensen | 3:44.07 | hósdag fyrrapart |
11 | 100 frí | 54 | Shaila millum Garðarnar | 58.53 | hósdag fyrrapart |
13 | 50 rygg | 33 | Kári J. á Høvdanum | 26.11 | fríggjadag fyrrapart |
16 | 100 blandað | 25 | Elspa Mørkøre | 1:03.05 | fríggjadag fyrrapart |
20 | 800 frí | 18 | Mona Simonsen | 9:09.59 | fríggjadag fyrrapart |
21 | 50 rygg | 18 | Elspa Mørkøre | 27.99 | leygardag fyrrapart |
23 | 400 frí | 36 | Mona Simonsen | 4:30.72 | leygardag fyrrapart |
24 | 100 rygg | 33 | Kári J. á Høvdanum | 56.13 | leygardag fyrrapart |
30 | 1500 frí | 8 | Pál Joensen | 14:48.89 | leygardag seinnapart |
31 | 50 frí | 54 | Shaila millum Garðarnar | 26.88 | sunnudag fyrrapart |
35 | 200 frí | 47 | Mona Simonsen | 2:09.88 | sunnudag fyrrapart |
36 | 200 frí | 29 | Pál Joensen | 1:47.13 | sunnudag fyrrapart |
37 | 200 rygg | 12 | Elspa Mørkøre | 2:07.66 | sunnudag fyrrapart |
* Elspa hevur góðan møguleika at kvalifisera seg til hálvfinaluna í 100 rygg, sum verður svomið hósdag seinnapart.
Stuttligt at síggja at hann verður tikin burtur úr, á einum lista har til dømis Ísland, Írland og Belgia ongan fáa nevndan:
http://www.svimjing.com/files/PRn30-'08 Final Entries – European SC Championships – Rijeka08.doc
Folkens, vit mugu ugga okkum við at teir veruligu serfrøðingarnar av sær sjálvum leggja til merkis hvat vit gera her í Føroyum, har okkara egnu mugu kroystast og trýstast til ikki at ignorera 🙂