Talentlandsliðslega hevur verið í Klaksvík í vikuskiftinum, og í hesum sambandi tóku teir báðir venjararnir, Rúni Gaardbo og Johan Martin Poulsen, út fylgjandi svimjarar, at fara fyri Svimjisamband Føroya til Reykjavik International 2008 í januar:
- Frá HS: Bjørg Seloy, Dagmar M. Winther og Magnus Jákupsson
- Frá Ægir: Monika Biskopstø, Cecilia Eysturdal og Bjarni M. Petersen
- Frá FS: Hildur á Fløtti og Poula Ø. Mohr
- Frá FLOT: Astrið Foldarskarð og Birita Debes
- Frá SuSvim: Katarina S. Lamhauge, Jón Hofgaard og Helena Sævarsdóttir
(Talentlandsliðið 2008. Á myndini vænta Hildur á Fløtti og Helena Sævarsdóttir, ið sum kunnugt eru til NJM í Södertälje í løtuni)
Svimjararnir eru tiknir út eftir ávisum krøvum, um at hava klárað eitt ávíst FINA stigatal í heyst, og at hava verið røsk í venjing. Gløggi lesarin uppdagar kanska at alt EM landsliðið væntar á listanum; men tað er netupp við vilja: Hetta er eitt tilboð til teir lovandi svimjarar sum annars ikki hava fingið tilboð, seinastu tíðina.