So er EM liðugt, fyri okkara viðkomandi

Svimjararnir hjá okkum hava nú ikki meira á skránni her í Rijeka, og niðurstøðan er at tað gekk bara avbera væl. Seks nýggj føroysk met, harav Pál setti fimm í trimum kappingum, og Shaila tók sítt frá Elspu. Fýra donsk juniormet til Pál, og eina bestu juniortíð í heiminum nakrantíð. Har vóru nakrir svipsarir, men flott at øll kláraðu at betra seg í onkrum.

Metini vóru:

  • Shaila millum Garðarnar: 26.49 í 50 frí – føroyskt met
  • Pál Joensen: 51.82 í 100 frí – føroyskt met
  • Pál Joensen: 1:46.61 í 200 frí – føroyskt met og danskt juniormet
  • Pál Joensen: 3:42.57 í 400 frí – føroyskt met og danskt juniormet
  • Pál Joensen: 7:48.56 í 800 frí – føroyskt met og danskt juniormet
  • Pál Joensen: 14:39.99 í 1500 frí – føroyskt met, danskt juniormet, besta juniortíð í heiminum nakrantíð


Hetta var eitt stórsligið tiltak hjá LEN og Kroatia, ið bjóðaði ein skjótan hyl, super umstøður at kappast og venja í, og kókandi atmosferu í høllini. Havi mist talið á hvussu nógv heimsmet vórðu sett her, men tey runda nú 100 tilsamans í árinum tá ið FINA fyllur 100. Ein rúgva av evropeisku metum og stevnumetum eisini, har norðurlond yvirhøvur stóðu seg væl.

Um vit venda aftur til Pál, so er tað kanska vert at viðmerkja, at næstbesti juniorurin nakrantíð, David Davies, sum vann silvur á OL í Athen, svam 14:41.85 tá ið hann var á sama aldri sum Pál. Og Pál svimur altso 14:39.99. Og ja, tað er søguligt, at hann gjørdist fyrsti juniorur nakrantíð, sum fór undir 14:40.

Í kvøld eru aftur finalur her, sum vit føroyingar sleppa at njóta á áskoðaraplássunum. Eitt heimsmet er so gott sum garanterað, tá ið franskmenn fara at svimja 4×50 frí, og delfinin Levaux fer eftir øllum at døma eisini at royna í 50 frí, í hesi stafett, tí at hann sambært venjaranum Lionel Horter ikki svam heilt optimalt, tá ið hann fyrr her í vikuni setti heimsmet á teinum her í Rijeka. Og so skal hann svimja 50 firvald eisini, har hann sum kunnugt setti heimsmet í morgun.

Og har verða sikkurt onnur heimsmet eisini, so sum vit hava sæð allar hinar dagarnar, her í Rijeka. Tit eru vælkomin at fylgja við her á www.svimjing.com/live… tí hvør veit, kanska fara vit aftur í kvøld at gera ymisk skeg og minni skeg innsløg.

Vit takka fyri áhugan hesa vikuna, og fyri tann stuðul sum vit hava fingið frá tykkum har heima.

Rókur í Jákupsstovu
Rijeka

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.