Leygarmorgun hava vit havt tveir svimjarar í hylinum. Fyrstur var Kári á Høvdanum, ið svam 100 ryggsvimjing. Kári legði út á 0:27,19 og enda kappingina í 0:56,94. Hetta 81 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin. Kári gjørdist nr. 32.
Mona Simonsen svam 400 frísvimjing og fekk tíðina 4:29,25, ið er ein betring av tilmeldingartíðini við 1 sekundi og 47 hundraðpartar. Mona endaði á 28. plássið.
Splittíðirnar hjá Monu eru hesar:
29,88
33,36
– 1:03,24
34,23
34,41
– 1:08,64
34,01
34,16
– 1:08,17
34,60
33,99
– 1:08,59
4:29,25
Seinnapartin kl. 15.30 svimur Pál 1500 frí í besta riðli. Týskarin Thomas Lurz hevur meldað frá so Pál er nú tilmeldaður á sjeyndibesti tíð og skal svimja á geil 1.
Sjónvarpið sendir beinleiðis frá 1500 frísvimjing, eins og kappingin kann fylgjast á www.svimjing.com/live.
Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya