Sum tit kunnu lesa t.d. her í The Independent, so skrivaðu venjarar úr millum øðrum 15 av 17 teimum størstu evropeisku svimjitjóðunum undir mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, á EM í Rijeka í síðstu viku. Teir ynskja betri kontrol av hvørjar draktir sum verða loyvdar, og krevja at draktirnar eru á marknaðinum í minst 12 mánaðir, áðrenn tær verða loyvdar á stóru meistarastevnunum.
Eg má sum ferðaleiðari og ábyrgdari fyri føroyska landsliðnum í Kroatia tíverri viðganga, at vit úr Føroyum hvørki tóku støðu tann eina ella annan veg í hesum máli, heilt einfalt tí at eg ikki tømdi skuffuna har mótmælisskrivið lá, fyrr enn tað var ov seint at atkvøða. Ella kom nóg langt niður í bunkan, fyrr enn tíðarfreistin var farin. Vit vórðu sum heild undirdíkt í pappírum á EM, samstundis sum vit meira enn onnur brúktu tíð uppá sjálvir at miðla tíðindi heim til Føroya.
Her umrøða Craig Lord úr Bretlandi og John Leonard úr USA nýggju draktirnar, á The Morning Swim Show
Tað verður sagt, at 15 av 17 teimum størstu evropeisku svimjitjóðunum hava mótmælt, og at vit ikki hava mótmælt ella tikið støðu til spurningin (enn) 😉
Tað sigur okkara vinur, Craig Lord
http://www.swimnews.com/News/view/6601
Havi lagt hesa video afturat, omanfyri, har m.a. Craig Lord tosar um nýggju draktirnar