Heimsmet í 100 rygg til Aschwin Wildeboer

Spanski Aschwin Faber Wildeboer setti í gjár heimsmet í 100 rygg á stuttbana, tá ið hann á sponsku stutthyljameistarastevnuni í Madrid svam teinin í tíðini 49.20. ‘Gamla’ heimsmetið var 49.32, sum russiski Stanislav Donets svam á evropameistarastevnuni í Rijeka, síðsta vikuskifti.

DSC_0557

(Frá vinstru: Helge Meeuw, Stanislav Donets og Aschwin Wildeboer, eftir 100 rygg í Rijeka)

Aschwin Faber Wildeboer er sonur nýggja danska landsliðsvenjaran Paulus Wildeboer, og venur nú til dagliga á danska elitusentrinum í Farum. Hann hevur m.a. havt mammu sína Winnie Faber sum venjara, sum nýliga er vorðin 2. liðsvenjari í danska svimjifelagnum Sigma.

Kelda: SwimNews.dk her og her

3 thoughts on “Heimsmet í 100 rygg til Aschwin Wildeboer”

      1. Altso viðvíkjandi myndunum (meðan tað gongur verri við at koma í form aftur 🙂

        – vónandi fáa tit nakað burtur úr teimum eisini. Gott at fáa andlit á persónarnar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.