Svøríki gjørdist nr 74 av 87 londum á OL í Beijing, aftanfyri lond sum Kirgizistan, Ecuador og Sudan. Tey vunnu einki gull yvirhøvur, og annað OL á rað slettis einki heiðursmerki í svimjing yvirhøvur. Jón Bjarnason viðmerkti einaferð í leypi av EM í Rijeka, at sviar meta orsøkina innan svimjing verða ov nógv ár av fokus á ‘kvalitet fram um kvantitet’. At tey hava minkað ov nógv um venjingarnøgdina, og tí í nøkur ár hava livað høgt uppá bara tey sum náddu at fáa nógva venjing áðrenn hon varð minkað. Og at tað so er uppi hjá teimum nú. Ein áhugaverdur tanki, sum verður kryddaður við enn fleiri áhugaverdum tankum, nú eg setti meg at leita eftir hvat sviar sjálvir siga.
Venjarin hjá Phelps er sálarfrøðingur
Tak t.d. hesa kronikkina, har tað m.a. verður nevnt at Bob Bowman, venjarin hjá Michael Phelps, hevur barnapsykologi sum høvuðsevni á universitetsprógvi sínum. Hetta fær meg [Rók] at hugsa um at Gennadij Touretski, venjarin hjá Alexander Popov, sum tilfeldigvís hevur eisini (m.a.) ítróttarsálarfrøði á sínum resumé. Ónevndi kronikk-skrivarin leggur til merkis at prátingarlagið hjá teimum báðum Phelps og Bowman altíð virkar ókompliserað, ja nærmast naivt, kanska fyri at avdramatisera tað sum Phelps til dømis var í ferð við at gera á OL. Men kanska eisini fyri at hava heilt einføld og harvið greið hugtøk at halda seg til. Sovorðið sum at Phelps fokuserar uppá at “seta í bankan”, tá ið hann pressar tað allarseinasta burtur úr sær, í hørðum venjingum.
Tey bestu svimja langt
Kronikk-skrivarin nevnir eisini hetta sum Jón nevndi, at svimjistjørnur sum Michael Phelps, Katie Hoff, Brendan Hansen, Larsen Jensen, Ryan Lochte og Grant Hackett øll hava vant langt á yngri árum. Millum 65 og 100 km um vikuna. Tiltikni Anders Holmertz verður nevndur at hava vant millum 60 og 100 km um vikuna, frá tí at hann var 14 til 24 ár, har hann móti endanum leveraði “en av Sveriges mest pålitliga olympier genom tiderna”. Í dag verður alt møguligt annað roynt, men “Varför förlita sig alltför mycket på andra mer osäkra faktorer och metoder, inbilla sig att man själv kommit på den stora hemligheten till framgångs om inte kräver många meter i bassängen?”.
Tit minnast kanska eisini frá EM, at vit har frá høvuðspersónunum sjálvum fingu at vita, at nýggja superstjørnan Amaury Leveaux svimur upp í 16 km um dagin, tá ið hann venur mest. Hansara spesiali er 50 og 100 metrar crawl og firvald, men sjálvt sovorðnar kappingar krevja gott úthaldni í dag, til at kunna svimja nóg skjótt í bæði innleiðandi, í hálvfinalum og í finalum.
Peika út tíðliga, og set krøv
Svenska svimjistjørnan Josefin Lillhage heitir í aðrari kronikk við yvirskrift “Vi bör förändra den svenska modellen!“, á svenska svimjisamfelagið um at halda uppat við at venja øll á sama hátt, og heldur byrja tíðliga at tillaga venjingina til hvønn einstaka svimjara. Hon nevnir at Michael Phelps longu sum 11 ára gamalur fekk Bob Bowman sum venjara, og at Phelps sjálvur fleiri ferðir hevur nevnt hetta sum ein av fyrimununum hjá honum, at hann og venjarin kundu laga venjingina til hansara serliga tørv. Hetta sampakkar forrestin við eina gamla søgu her á svimjing.com, um at Phelps doneraði sín bonus frá Speedo uppá eina millión dollarar, til eina verkætlan sum gekk út uppá at fáa børn at seta sær mál.
Lillhage ynskir eisini krøv um úrslit sett til svimjararnar longu tíðliga, tí at man allíkavæl skal venja seg við stór krøv, stress og til tíðir angist, í sambandi við altjóða kappingar. Sjálvsagt skal tað vera stuttligt at venja og kappast, tí tú mást elska tín ítrótt til at kunna klára teg í honum. Men hon heldur altso at tess fyrr man verður útsettur fyri krøv, tess skjótari og betri kann man fyrireika seg til at skula liva upp til sovorðin seinni, tá ið tað veruliga telur. Sjálvsagt við ábyrgd, við vitan um mentalvenjing, og við møguleika at kunna miseydnast eisini. Hon heldur at mentalvenjingin kemur alt ov seint, hjá henni fyrst tá ið hon var 22 ár, og at mentalvenjingin krevst til at kunna tora og satsa.
Finn kapping, sum lukkutíð er ikki so langt burturi
Og í eini triðju kronikk skrivar fyrrverandi landsliðsvenjarin Lars Eric Paulsson, at Svøríki altso ikki kann krógva seg aftanfyri at landið er so lítið, tí hvat so við Jamaica? Har búgva bara 2.7 milliónir fólk, fjóðringurin av Svøríki, og tó eru tey støðugt ovast í frælsum ítrótti. Jú jú, kanska tí at tey hava ílegur sum gera at tey eru serliga vælegnað til at renna sprint; men so hevur Svøríki altso eisini røttu ílegur innan svimjing, í kraft av toppsvimjarum sum Gunnar Larsson og Lars Frölander. Paulsson heldur at sviar venja seg alt ov lítið við at svimja skjótt í bæði innleiðandi og finalum, tí at innleiðandi kappingarnar á SM eru ‘tann reina baðiferia’ hjá teirra bestu. Hann er skuffaður av teirra juniorum, og heldur at tey mugu ‘herðast við harðari mótstøðu’, kanska við at seta tey ungu til at pressa tey gomlu.
Hetta við at skula pressast meira heldur eisini Janne Larsson, stutt eftir OL í Beijing. Ókey, sviar kláraðu seg illa, men ein stórur partur av hørðu kappingini eru altso í Evropa. Farið suðureftir at kappast ímóti Britta Steffen, Federica Pellegrini og Rebecca Adlington, ella til Noregs at kappast ímóti Sara Nordenstam og Alexander Dale Oen. “Man måste nämligen träna även på att tävla. Annars håller varken nerverna eller utrustningen.” Hartil heldur hann at svenska pressan og svimjisamfelagið fokuserar ov nógv uppá sprintararnar, og tað tí er alt ov leingi síðani at nakar svenskari kláraði seg væl á 200 metrum og yvir.
Vit kunnu læra av svium
Hesar kronikkir eru allar skrivaðar áðrenn EM í Rijeka, har sviar hóast alt kláraðu seg rímiliga væl. Men eisini áðrenn NJM í Södertälje, har danir vunnu á svium í Svøríki. Sviar eru í kreppu, og orsøkin er nokk ikki funnin fyrr enn tey klára seg betri.
Persónliga er mín orsøk til at skriva eina sovorðna svadu – og lesa enn meira – at úrslit sum tey hjá Páli krevja, at eg endurskoði mína egnu teori um svimjivenjing. Sum eg gjarna vil avdúka er merkt av hvat lutfallsliga smáar men succésríkar svimjitjóðir sum Svøríki og Háland gera, við tað at tey sum vit hava nógv minni ráð at missa burturav sínum talentmassa, enn t.d. USA og Russland. Rákið hevur sum sagt verið ‘kvalitet fram um kvantitet’, men nú sær tað út til at venda aftur.
I told you so ?
I love it 😉 hehe.
Men halt fast í hasum “vit hava nógv minni ráð at missa burturav sínum talentmassa, enn t.d. USA og Russland”