Fronsku heimsstjørnurnar kappast í hesum døgum

Franska oyggin La Reunion skipar á hvørjum ári fyri eini altjóða svimjistevnu á oynni í indiska havinum, dagarnar 27. – 29. desember, har serliga teir franskir toppsvimjarar luttaka, men eisini kendir svimjarar úr øðrum londum. Í ár er hetta serliga aktuelt, við tað at tað sum kunnugt gekst fraklendingum so avbera væl á EM í Rijeka, og nøvn sum Alain Bernard, Frederick Bousquet, Coralie Balmy og Laure Manaoudou tí eru alvorlig trekkplástur. Umframt at ein svimjari sum Cameron van der Burgh, sum hevur heimsmet í 50 og 100 bringu, ikki er at kimsa at.


Sí størri kort

Sambært SwimNews.dk er hetta ikki ein stevna sum vanliga gevur tey nógvu metini, men hinvegin er tað heldur ikki heilt vanligt at fraklendingar eru so góðir sum teir eru beint nú.

Til ber at fylgja við stevnuni á her á heimasíðuni hjá franska svimjisambandinum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.