Grant Stoelwinder, venjari hjá avstralska supersprintaranum Eamon Sullivan, heldur sambært swimnews.com, at Speedo LZR Racer betrar ein svimjara umleið 0.3 sekund fyri hvørjar 50 metrar, og at nýtslan av øðrum draktum, og fleiri draktum í senn, ger enn meira mun. Hann heldur at tað tekur virðingina burtur frá íðkarunum – at fólk í dag bara siga ‘ná, ja, tað er jú bara draktin’ – og at vit tí eiga at fara aftur til tær draktir sum vórðu nýttar áðrenn 2008, eisini hóast tað kann merkja at heimsmetini koma at standa í 10 ár. Trupulleikin er bara, hvussu man reint praktiskt tryggjar at svimjarar ikki brúka ólógligar draktir undir tær lógligu, “do we need referees in the marshalling area making sure there is not two suits underneath?”.
(Eamon Sullivan & Stephanie Rice, courtesy of avlxyz, CC Attribution-Share Alike)
Eitt sindur ‘populert’ at vísa eina reklamu fyri undirklæðir, men hetta var altso tann einasta sum eg fann beint nú av Sullivan, sum er lóglig at brúka eisini her. Gentan er svimjistjørnan Stephanie Rice, sum Sullivan gongur saman við (ella hevur gingið saman við… so væl fylgi eg ikki við :-).
Hann hevur sjálvur sett heimsmet í Speedo LZR Racer, men viðmerkir at hann bara var í éinari drakt.
http://www.swimnews.com/news/view/6623