Fyrsta stevna í 2009 verður nú leygardagin 10. januar, í Vági. Hendan stevna skuldi annars verða fyrst 17. – 18. januar, men er framskundað tí at Reykjavík International hevur flutt seg í mun til tá ið kalendarin hjá SSF varð lagdur. Stevnan umfatar tær fýra kappingargreinarnar á 50 og 200 metrum, umframt 200 blandað og 4×200 frí, og verður skipað so at til ber at ferðast suður og norður sama dag. Sí annars viðfestu innbjóðing.
Reidar biður eisini heilsa, at møguleiki verður fyri at keypa døgverða fyri kr 40,-