Tað vísir seg at íslendingar á Reykjavíkar International geva heiðursmerki til bæði svimjarar føddir ‘1995 og yngri’, og til svimjarar føddir ‘1994 og eldri’. Og harvið reyk føroyski heiðursmerkjaúrskurðurin upp á 3 gull, 4 silvur og 7 bronsu, frá kappingini fríggjadag og leygardag tilsamans.
Svimjarar føddir 1994 og eldri …
Gull
- 1500 frí, Pál Joensen, 15:40.93 (stevnumet)
- 400 frí, Pál Joensen, 3:53.71 (stevnumet)
- 200 rygg, Pál Joensen, 2:17.73
Silvur
- 800 frí, Mona Simonsen, 9:33.57
- 200 rygg, Magnus Jákupsson, 2:18.75
Bronsa
- 200 firvald, Pál Joensen, 2:12.55
- 100 firvald, Shaila millum Garðarnar, 1:08.52
Svimjarar føddir 1995 og yngri …
Silvur
- 50 bringa, Poula Ø. Mohr, 40.23
- 50 frí, Birita Debes, 30.52
Bronsa
- 50 rygg, Birita Debes, 33.05
- 50 bringa, Tanja Skaalum, 41.16
- 50 frí, Eyðbjørn Joensen, 29.06
- 50 frí, Poula Ø. Mohr, 30.70
- 200 frí, Poula Ø. Mohr, 2:25.60
Hartil hevur Pál Joensen sambært íslendingum sett stevnumet eisini í 200 frí við tíðini 1:54.50, sum var splitt-tíðin hjá honum í 400 frí. Hendan tíð verður vælsagtans betrað um í dag, tá ið hann skal svimja ‘verulig’ 200 frí.