Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi á venjararáðstevnuni í Singapore í farnu viku, at heimsmeistarastevnan í 25 metra hyli framyvir fer at verða hildin øll líka ár í desember mánaða, byrjandi við HM í Dubai í 2010. Evropeiska svimjisambandið LEN umhugsar tískil hvat tey skulu gera við evropameistarastevnuna í stuttum hyli, ið sum kunnugt eisini er í desember mánaða (øll ár, líka sum ólíka). Les á swimnews.dk og swimnews.com
Orsøkin til at HM verður flutt, er eftir øllum at døma tí at altjóða svimjiárið sum heild er býtt upp í ‘stuttbana um veturin og langbana um summarið’. HM á stuttbana hevur tískil ligið í so seint (ella tíðliga), í mun til nær svimjarar venja ímóti stuttbanakappingum.
“The move, a step in the right direction in terms of moulding a clearer identity for swimming and its seasons, paves the way for the creation of a cleaner, more comprehensible calendar for swimming that will include more shuffling of events later this year.”
http://www.swimnews.com/News/view/6633
Á FINA.org siga tey: “In order to guarantee the best possible exposure of swimming major competitions, it was agreed to move the FINA World Swimming Championships (25m) from its traditional April spot on even years to December (starting with the 2010 edition in Dubai). Moreover, the FINA World Junior Swimming Championships (held every two years) will now be organised in odd years (in August), starting with the 2011 edition (Lima, in Peru, initially scheduled for 2010 will be the city hosting these championships).”
http://www.fina.org/project/index.php?option=com_content&task=view&id=2025&Itemid=9