Forritið Kinovea er sum tey siga á heimasíðuni www.kinovea.org, “free and open source video analysis software for coaches, athletes and medical professionals”. Funkurnar eru sovorðið sum at kunna samanbera videoir, gera viðmerkingar og tekna á videoina, taka tíð, máta vinklar, forstørra og fylgja eini rørslu. Eg havi roynt tað eitt sindur, og eri imponeraður av hvussu væl tað riggar.
Her niðanfyri er tað Astrið sum rakar vatnskorpuna eftir trackstart …
Sum tit síggja, so kann eg máta vinkul, og við hasum puntunum telja meg til at hon rakar vatnskorpuna umleið 2,20 metrar úti frá vegginum (við tað at flisarnir aftanfyri eru 20 cm breiðir). Tíðarmátingin er heilt forkert, við tað at eg her brúki eina high-speed video; men skuldi verið ókey um tit brúka video sum koyrir við vanliga ferð. Og jú, tað ber til at seta hetta her Kinovea til at vísa videoirnar í “slow motion”.
Videoin er eisini nokk so tjekkað, um enn at hetta forritið oyðuleggur myndagóðskuna eitt sindur, tá ið tú goymir videoina aftur við vinkulmátara-grafikk osfr. Góðskan er heilt ókey meðan tú arbeiðir við uppruna-videoini, men versnar altso av at goyma nýggja útgávu. Vónandi nakað sum tey loysa í næstu útgávu.
Plextor átti simplu loysnina til Coach-Cam.
Venjarir…..nú kunnu tit GO NUTS við lítlum pengum. Hesin konvertarin kostaði mær 695 kr.
http://www.plextor.com/ENGLISH/products/px-av200u.html
Onkur klumpur í YouTube í dag. Her er ein onnur, har Birita roynir at venda sambært forskriftunum hjá Haljand