Sum tit kunnu lesa her á fsvim.com, so bjóðar Fuglarfjarðar Svimjifelag “øllum svimjifeløgum til ein øðrvísi ítróttadag, í Fuglafirði tann 21. feb., fyri seniorum, juniorum og bólki 1”. Talan verður um ymiskar kappingar inni í ítróttarhøllini, úti og í svimjihøllini, og tí skulu luttakararnir hava bæði innandura og uttandura klæðir og skógvar við (umframt vælsagtans svimjiklæðir eisini :-). Kappast verður sum einstaklingar og í bólkum, og dagurin endar við tunnusláttri og einum góðum bita. Seinasta freist at melda til er mánadagin 16. februar kl 18, og luttøkugjaldið er 50 krónur fyri hvønn.