Nú FINA fer at viðgera ‘superdraktirnar’, so verður kanska eisini neyðugt at viðgera hvat annað svimjarar kunnu ella ikki kunnu gera, undir draktini. Tí sambært Brent Rutemiller og SwimmingWorld Magazine er tað vorðið alt meira vanligt at svimjarar nýta tape undir draktina, til at hefta vøddabólkar saman, og millum kvinnur at ‘streymlinja’ seg meira longu áðrenn tey fara í draktina. Bæði menn og kvinnur royna eisini at styrkja miðjuna, við at vinda tape fast um kroppin. Í summum førum er tað kanska av læknaligum ávum, men møguleikin er heilt víst til staðar, at tað kann styrkja eisini frískar íðkarar.
‘In other news’, so er Craig Lord av álvara farin í hernað ímóti draktunum aftur, á www.swimnews.com. Tað er okkurt slag av 48 tíma marathon-skriving kallað “Suit Week Sequel”, sum seinasta døgnið ella so hevur viðført fylgjandi greinar:
- The Answer Has Been There Since Archimedes
- The Aquatic Signature And Flotation
- Suit Saga Reaches Rogge’s Realm
- What Floats Your Boat – You Or Your Suit?
- How To Fathom Flotation With A Valid Test
Fundurin hjá FINA eftir øllum at døma í morgin, fríggjadag 20. februar 2009.