Hetta hoyrdu tit kanska í Pulsinum í dag. Har varð prátað við Jón Bjarnason og ÍSF forsetan Sølva Reinert Hansen, um tær 600.000 krónurnar sum Løgtingið hevur sett á fíggjarlógina til úrvalsarbeiði. Og at enda kundi Sølvi avdúka, at ÍSF á stjórnarfundi í gjár avgjørdi at brúka 250.000 krónur uppá eina felags skipan til ráðgeving og kanningar, fyri síðani at lata hinar 350.000 krónurnar fara sum oyramerktan stuðul til Pál Joensen.
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, sigur í telefonsamrøðu, at Svimjisambandið nú skal til at gera nærri avtalu við Ítróttarsambandið, um hvussu pengarnir skulu brúkast. Tað er eingin ivi um at hesar 350.000 krónurnar eru ætlaðar beinleiðis til verkætlanina Pál Joensen, men heldur ikki at her skal fyriliggja ein klokkuklár ætlan, um hvussu pengarnir verða brúktir.
Líka mikið – gott at hoyra ÍSF forsetan siga, at pengarnir skuldu fara til at stuðla “okkara úrvalsítróttarfólki”. Góð nýtsla av einum orði, sum er eins bæði í eintali og í fleirtali 🙂
Innslagið um tær 600.000 byrjar umleið við 31:33
http://www.kringvarp.fo/ra/Pulsurin_270209.m3u
Sjálvur tíðindaleiðarin hevur sett seg við knappaborðið, i dagens anledning…
http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=49&Id=66094
Frálíkt. Tað var nú hann sum fekk hetta í lag. Kanska hann hugsar um komandi “evalueringar” (nudge nudge) í næsta vetur um nú tað gongur gott til HM. Men ein treyt má so vera at hann kemur til Rom ;o)~