Um nýggju kravtíðarskipanina hjá SSF


Kravtíðirnar hjá SSF hava seinastu árini sum oftast verið settar við støði í ávísum FINA stigum, sum er at samanbera okkara svimjarar við hvussu skjótir heimsins skjótastu svimjarar eru í ymisku kappingargreinunum, innanfyri eitt tíðarskeið sum FINA ásetur. Undantakið er Oyggjaleikir, har kravtíðirnar hava verið ásettar sum sættbesta, fimtbesta og nú triðbesta tíð á undanfarnum Oyggjaleikum, í viðkomandi kappingargrein.

Tað tykist sum um at skipanin frá Oyggjaleikum er lættast at skilja og góðtaka hjá svimjarum og øðrum, við tað at hon fyriheldur seg til støðið á nágreiniliga teirri svimjistevnu sum farið verður til, heldur enn til støðið hjá ‘heims-elituni’, sum kanska lítið og einki hevur við stevnuna at gera. Tað kann til dømis hugsast, at bringusvimjingin á NJM er lutfalsliga veik í mun til støðið hjá heimselituni, og at ein føroyskur bringussvimjari tí kann fáa útmerkað úrslit á NJM, tó so at hann klárar lutfalsliga fá FINA stig.

Hartil hevur Oyggjaleikaskipanin tann stóra fyrimun, at vit í prinsippinum kunnu áseta kravtíðirnar longu við endan av Oyggjaleikum 2009, til Oyggjaleikir 2011. Altso næstan tvey ár áðrenn kravtíðin í seinasta lagi skal setast. Til samanberingar hevur FINA nú broytt sína stigatalvu soleiðis, at tey hvønn 1. juli broyta ta tíð sum eitt ávíst stigatal gevur í 25 metra hyli, og hvønn 1. januar ta tíð sum sama stigatal gevur í 50 metra hyli. Harvið vil ein langbanakravtíð ásett sum FINA stig vanliga ikki krevja somu tíð áðrenn sum eftir summarferiu, men heldur herðast hvørt summar. Í mun til at hon fyrr var tann sama frá OL til OL.

Vit kunnu ikki bara áseta til dømis sættbestu tíð sum kravtíð til EM og HM, tí so verða tað millum eingi og heilt fá sum sleppa nakra staðni. Vit kundu kanska ásett eina tíð sum til dømis 30. bestu tíð á HM, men so rena vit okkum í tann løgna trupulleika í sambandi við NJM, at tey til dømis í 200 firvald ofta eru bara 6 ella færri sum luttaka í kappingini. Og at ein kravtíð tí allíkavæl má vera annaðhvørt lutfalsliga hørð, ella útroknað onkusvegna. Ein trupulleiki sum eisini vil síggjast til dømis í sambandi við 1500 frí á EM, har luttøkan eisini er bara lutfalsliga fáir men góðir svimjarar.

Nýggja kravtíðarskipanin fyriheldur seg tí beinleiðis til væntaða topp-støðið á akkurát teirri svimjistevnu sum farið verður til, við at hyggja at hvat sum kravdist til at vinna heiðursmerki á trimum teimum seinastu stevnunum, og so seta kravtíðir í mun til hetta støði. Harvið fáa vit eina skipan, har svimjarin við at klára kravtíðina, kann væntast at svimja so og so langt frá teimum bestu í viðkomandi kappingargrein, á viðkomandi stevnu.

Tú kanst siga, at vit í framtíðini fara at vita, at ein svimjari til dømis er 9% frá heiðursmerki á EM, um hann ella hon klárar kravtíðina. Og tá ber jú til at arbeiða miðvíst, fram í móti at koma enn nærri at heiðursmerkjunum. Vit fara at kunna halda okkara ætlaða úrslit upp ímóti úrslitinum sum vit enda við, sum tá ið vit til dømis nú á Oyggjaleikum fara at kunna síggja, um ein kravtíð ið er bronsuheiðursmerki á Rhodos veruliga eisini merkir bronsa á Álandi. Og vit fara at kunna síggja, um vit ganga fram ella aftur, í mun til støðið á teimum svimjistevnum sum vit luttaka á.

Vit í landsliðsnevndini halda sjálvir, at hendan nýggja skipan er ein rímiliga einfaldur máti at fáa í lag somu kravtíðarskipan sum á Oyggjaleikum, til eisini aðrar stevnur. Eisini hóast vit har ikki eru líka nær at teimum bestu á viðkomandi stevnu. Skipanin er rímiliga rættvís yvirfyri øllum svimjarum, líka mikið hvørja grein ella hvønn tein tey svimja, tí at kravið allíkavæl altíð er bara at vera “so og so langt frá teimum bestu á stevnuni, í viðkomandi grein”. Og kanska týdningarmest, so er hetta ein skipan sum eisini onnur enn vit sum eru heilt nær at svimjingini kunnu skilja, uttan at skula læra eina rúgvu um FINA stig og annað.

Trupulleikin er tí bara, at fáa ásett sjálvar prosent-satsirnar soleiðis, at vit ikki fáa ov nógvar ella fáar svimjarar við til hvørja einstaka stevnu, í mun til tað sum er avsett á fíggjarætlanini. Tí pengarnir skulu jú røkka runt, og helst eisini brúkast, í samsvar við heildarætlanunum hjá Svimjisambandi Føroya. Venjararnir hava longu góðkent sjálva skipanina, og tað er tí ‘bara’ viðvíkjandi prosentini, at Svimjisambandið skal royna at raka rímiliga rættvíst.

Við svimjikvøðu

Rókur í Jákupsstovu

One thought on “Um nýggju kravtíðarskipanina hjá SSF”

  1. Tað sær út til at eg kom til at leggja kladduna út, heldur enn mína meira reinskrivaðu útgávu. So har vóru ymiskir bendingarfeilir, ymisk forgloymilsi og bronglutar orðingar, sum eg so aftur royndi at rudda út í gjárkvøldið. Nýggja útgávan er tí løgd inn í staðin fyri gomlu, her omanfyri.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.