30 heiðursmerki á Álandi?

Tað er eftirhondini púra greitt, at vit føroyingar fara at gera eitt ordans hál í svimjikappingunum á Álandi, um ikki støðið hjá hinum eisini er vaksið óvanliga nógv. Tí støðan er altso, at vit liggja til 12 gullheiðursmerki, 10 silvur og 8 bronsu, um samanborðið verður við heiðursmerkjatíðirnar á Rhodos. Harav vit tíverri mest sannlíkt bara kunnu vinna 11 av teimum 12 gullheiðursmerkjunum, av tí at bæði Shaila og Guðrun liggja til gull í 50 frí 🙂

CIMG2265

Tá eru stafettirnar ikki taldar við, har okkara kvinnustafettir í 4×50 blandað og 4×50 frí í øllum burdu kunnað vunnið okkurt. Eg meini, um bæði Shaila og Guðrun liggja til gull í 50 frí, Malan í 50 bringu, og Shaila og Birita til silvur í 50 firvald og rygg. Dreingirnir eru eisini væl við, har Kári liggur til gull í 50 rygg, Pál til silvur í 50 bringu og firvald, og Pauli til bronsu í 50 frí. Men sjálvsagt, Pál sleppur ikki at svimja bæði bringu og firvald, og vit mangla tí ein at avloysa ein av hesum postum.

Á longri teinunum stendur eitt sindur verri til, um enn okkara svimjarar burdu kunnað gjørt seg galdandi. So eg veit ikki – skulu vit gita 3 gull á styttru teinum, 1-2 á 100 metra teinunum, og so eitt sløð av hinum heiðursmerkjunum í restini? Tað er í øllum førum ein veldigur fyrimunur, at so nógv svimjarar longu hava prógvað seg, við tað at teir tá longu nú kunnu byrja at fyrireika seg uppá tað sum teir skulu svimja á Álandi. Sum til dømis, at vera eitt sindur betri fyri eisini á 100 metra teinunum. Ja, eg kann siga akkurát sum er, at vit á Toftum í øllum førum ætla at Birita skal koma innum kravtíðina eisini á 100 metrum, sum so er enn eitt møguligt heiðursmerki.

Tað er sjálvsagt væntandi at hini eisini hava funnið útav at brúka ‘superdraktir’, og tí kunnu væntast eisini at fáa tann fyrimun burtur úr teimum, sum nú einaferð er. Umframt at tað óivað smittar á bretsku kanaloyggjarnar, at tað verða pumpað so lutfalsliga ófatiliga nógvir pengar í bretskari svimjing fyri tíðina, vegna næstkomandi OL í London.

Men vit eru altso væl fyri, og hava longu 10 sum kunnu byrja fyrireikingina. Summi av teimum skulu fyrireika annað eisini, so sum HM í Rom, nakrar vikur eftir Oyggjaleikir, men tað burdi ikki verið til hindurs fyri at tey í øllum førum eru í venjing á Álandi. Møguliga svimur til dømis Pál altso ikki sínar bestu tíðir á Álandi, vegna tunga venjing beint tá; men hann fer heldur ikki at svimja vánaligt sum onkur ið hevur hildið pausu í nakrar mánaðir. Vit skulu nokk fara at klára okkum.

Og so hava vit jú eisini tann trumf, at vit fyrst nú fara at fáa hjálp frá Rein Haljandi. Ein maður sum til dømis danski evropameistarin Jeannette Ottesen skýrir sum ‘genialan’, og sum tí, alt annað líka, burdi kunnað betrað um okkara eisini.

Yvirlitið hjá mær sæst her á internetinum, yvir føroysku oyggjaleikakandidatarnar. Har kann gløggi lesarin eisini telja seg til, at tað eru umleið 102 heiðursmerki alt í alt, til taks á Oyggjaleikum á Álandi. So vit liggja altso til umleið triðingin av teimum, longu nú 🙂

http://docs.google.com/View?docID=dgk8k3wn_148d3n4fpcj&revision=_latest

2 thoughts on “30 heiðursmerki á Álandi?”

  1. Petur Heðin segði í Kringvarpinum í 2005, at “í 2009 verða vit ræðuligir”, sum allarhelst skal skiljast sum, at vit kunna vænta okkum góð úrslit á Álandi.

    Tað sær út sum, at hann fær meira rætt í sínum spádómi, enn tá íslendska Vølvan í 2004 segði, at “Færøerne forudses at være selvstændige i løbet af de nærmeste år”. (úr Berlingske.dk)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.