Um nakar av tykkum er ‘olympic’ ella ‘professional level diver’, ella synkronsvimjari á sama niveau, ella kanska bara ein nóg stórur klovnur til at kunna vera stuttligur á vippu, so kann hetta gerast títt arbeiðspláss, umborð á heimsins størsta ferðamannaskipi, “Oasis of the Seas“.
(images courtesy of www.oasisoftheseas.com)
Tey skulu brúka:
- Olympic and Professional level Divers
– Must have expertise in all 6 dive groups, up to 31/2’s. Also looking for synchronized and tandem diving experience. Ability to be directed choreographically with simple dance movements - Comedy Stunt Divers
– Clown dives include Rigor Mortis, Belly flop, Superman Pose, Flippers, Tandem Horse and Rider, Parachute. Must also have strong acting skills - Olympic and Professional level Synchronized Swimmers
– Must have strong vertical and scull skills, and an ability to execute simple dives from 3M springboard. Dance ability a plus.
Hatta har olympiska ljóðar nokk so torført, haldi eg, men ‘rigor mortis’ klovnastuntið skuldi verið til at funnið útav … í øllum førum eftir sjálvt lopið 😉
Her eru fleiri myndir …
Um hetta skipið ljóðar sum ein tápulig fepurfantasi, so kann eg upplýsa at skipið faktiskt longu er væl og virðiliga í gerð.
Tit kunnu lesa meira á www.oasisoftheseas.com, á Wikipedia.org og í viðfestu innbjóðing til ‘audition’
Um tey hava ein rímiligan vatnrusjubana, so hava vit í øllum førum éin sum kann imponera …
Eg eri bangin fyri at skipi hevði lagt seg ov nógv á síðuna 😉