Fann hesa video hjá Marc Evans, fyrrverandi landsliðsvenjari hjá amerikansku triatletunum, har hann vísir eitt OK landøvilsi til at læra ‘høgan alboga’. Gev gætur, at hetta er bara éin máti at gera crawltak, til serliga langteinarar, har sprintarar í dag ofta heldur velja at bara tonsa runt við (lutfalsliga) strektum ørmum, eisini undir vatni.
Sí slow motion video …
Her eru fleiri – Bernard, Nystrand og aðrir – har teir annaðhvørt hava armin strektan, ella hava eitt ávíst svaj allan vegin gjøgnum takið …
Setti 4 ferðir heimsmet í 50 frí. Rættiliga strektar armar, ófatiliga coolar slow-motion myndir
Her síggja vit at Phelps í øllum førum líka ‘knekkar’ albogan, heldur enn bara at draga beint ígjøgnum
Betri góðska sæst her, av somu video, men uttan at eg kann leggja hana inn. Og Yuzik hevur ymiskt annað gott eisini:
http://www.youtube.com/watch?v=ax77_hHq9Dc
http://www.youtube.com/watch?v=T9eDAQxL5cA
http://www.youtube.com/watch?v=J5d2_iquQMc