Man má siga at bretar verða bara meira og meira klárir til OL í London 2012, nú Rebecca Adlington á bretsku langteinameistarastevnuni í gjár mátti noyðast við silvur við tíðini 4:00.89, hóast hon var undir ‘gamla’ heimsmetið hjá Federica Pellegrini á 4:01.53, tí at (eisini bretska) Joanne Jackson vann gull og setti heimsmet við tíðini 4:00.66. Les SwimInfo
Handan videoin er eitt skúladømi í hvussu eisini longri teinarnir krevja 6-takts beinspark í dag. Hygg at hvussu vatnið skúmar aftanfyri tær báðar í miðjuni, í mun til hjá teimum báðum sum svimja báðu megin við. Hatta er munurin millum at gerast nr 1 og 2, og at gerast nr 3 og 5 🙂