Nakar sum dugir russiskt?

Tað er eisini líkamikið, tá ið man hevur so góðar “slow motion” myndir sum hesar. Leggið til merkis at hesin Denis Pankratov andaði til síðuna, sum teir eisini umtala her í The Race Club, og dyrkið hvussu hann kann yvirstrekkja knøini.



Pankratov hevði sína stórheitstíð áðrenn regluna um at svimjarar ikki máttu svimja meira enn 15 metrar undir, sum tit kunnu síggja t.d. her, har hann setir heimsmet á OL í Atlanta í 1996. Roynið eventuelt at halda ondina, frá tí at teir starta, og til hann kemur upp, einar 25-30 metrar seinni.

Hasin 5erhio hevur eisini eina líka góða russiska video av bringusvimjaranum Roman Sloudnov, fyrsti maður undir minuttin í 100 bringu á langbana.

One thought on “Nakar sum dugir russiskt?”

  1. Russarar brúka opinbart bara enska heiti við russiskum stavum: БАТТЕРФЛЯЯЙ

    Annars skeg at síggja ОЛИМПИЙСКИЙ aftur. Hatta er “Olimpijskij” – olympiska høllin í Moskva. Má fara at fáa hasa videoina á netið, av Kristoffur og Boga á EJM.

    Og bringusvimjing eitur “Brass” á russiskum, ífall at nakar ivast.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.