So fór Haljand av landinum aftur, eftir 3 tímar av upptøku fríggjadag, redigering til einaferð á midnátt, 12 tímar av eftirmeting leygardag, og so 4 tímar av eftirmeting í dag. Man kann ikki siga at maðurin sá nógv av Føroyum, út yvir hvussu veðrið var ørvísi hvørja ferð hann fór út í bilin; men hinvegin fingu vit rættiliga nógv burtur úr honum.
Eg eri púra moyrbankaður sjálvur, av at fylgja honum gjøgnum vikuskiftið, íroknað eitt so avgjørt hugnaligt hugnakvøld hjá svimjisambandsformanninum í gjár. Koyr ein barnaføðingardag og eina Støkk framsýning uppí hasa suppuna, og tú hevur ein grýtukláran Rók í kvøld. Men tó at høvdið ikki ordiliga vil rigga longur, so haldi eg meg kunna siga at vit lærdu nakað, ella í øllum førum fingu staðfest nakað, bæði tá ið tað kemur til hvønn einstaka svimjara, og tá ið tað kemur til føroyska svimjing sum heild.
Vit eru ikki ordiliga komin í gongd við hesi her delfinspørkini, sum eru so týðandi í dag, og forsøma at læsa mjødnina í sparkinum. Okkara svimjarar gloyma at krógva høvdið millum armarnar í startlopi og ‘streamline’, og snara ov spakuliga í vendingum. Crawl-svimjararnir brúka ov langa tíð um andingina, áðrenn teir snara høvdið niður í vatnið, og rygg-svimjarar enda síni tøk ov langt frá kroppinum. Og mangt mangt annað, ella umleið 20 punkt til hvønn svimjara.
Vit burdu sikkurt havt eina uppfylgjandi venjingarlegu, har svimjarar og venjarar í felag arbeiddu við hesum ymiska, ið jú ofta gekk aftur. Men beint nú er mítt fokus fyrst og fremst uppá at fáa brent hesar 16 tímarnar av evaluering, so at svimjarar og venjarar kunnu repetera tað sum tey fingu av vita. Kanska ein listi kemur burturúr, yvir ‘klassiskar feilir hjá føroyskum svimjarum’, ella ein røð her við videoum av hvussu alt hetta ymiska eigur at gerast. Vit fáa at síggja.
Í øllum førum haldi eg at fólk bara heilt væl nøgd, eftir sínar evalueringar, um enn høvdini vóru full av informatiónum. Haljand virkaði ikki uppgevandi á nakran hátt, og feilirnir vóru eisini sum heild av sovorðnum slag, sum tað er rímiliga lætt at rætta. So hendan komandi tíðin er sikkurt nakað ógvusliga hektisk, runt um í landinum, nú fólk longu í næstu viku skuldu til donsku meistarastevnuna í 50 metra hyli, og síðani slag í slag til úttøkustevnur, meistarastevnur og altjóða stevnur uttanlanda.
Sá at onkur hugsaði ryggstart sjálvt undir Støkk-framsýningini …
alvorliga gott hugskot við eini venjingar legu.. serliga fyri okkum venjarar, sum hava høvdið proppa av informatiónum.. og kanska ikki ordliga vita hvussu vit skula fremja hesar broytingar.. annars Rókur, takk fyri hjálpina fríggjadagin 😀
Her er kanska nakað 😉
http://www.simma.nu/daleOen.pdf
Eingin ivi um at okur høvdu lært nógv.
Spurningurin er mest um vit eiga at fara til Malmø, ella um vit skulu fáa Alexander hendan vegin 🙂
Hann skal bara koma hendan vegin, tað er heilt sikkurt ;o)
Hetta var imponerandi arbeiði ið Haljand vísti.
Tað er púra sikkurt at hetta er en stór hjálp hjá venjarum og svimjarum
står jeg spørgende… Alexander??..
Men hattar tiltakið var genialt, og eg bleiv óluksálig kløkk yvir hvussu posituvur hann var.. hevði fyrireikað meg uppá at hann fór at spotta alt niður, men tað var bara heilt jaligt.. men nu hevði eg eisini hoyrt søgur um at hann hevur fingið nógvar heimsmeistarar at gráta.. hoyrdi enntá at hann hevur fingið Thorpe at gráta.. meeeeen veit nú ikki hvussu hesar søgurnar eru.. eri eitt sindur skeptisk!… tssss..
Ikki spyrja “Alexander?”
Eg veit ikki hvar hasar søgurnar um Haljand komu frá, men hann hevði nakrar góðar sjálvur. Um hvussu hann til dømis í Sovjett-tíðini hevði fingið gjørt ein startskammil við hydrauliskum katapulti, sum fekk svimjararnar at flúgva einar 7-10 metrar. Opinbart heilt ófatiliga stuttligt, eisini hjá svimjarunum.
jeg står spørgende..
eri ikki nokk inni her ella fylgi nokk við í alheims svimjing, so hvønn alexander tosa tit um her?
hahahaha 😛 hati tá mann skal skera viðmerkingar út í papp 😀 (hvilket åbenbart er tilfældet her), men er hattar onkur venjari ella?.. (feeling kinda dumbe hehe)
jú so er, okor venjarir hoppa í hylin til eina OL finalu og svimja 100m bringu uppá 0:59,2 no problem.
Get a grip Randi 😉