Ein lurtari gramdi seg í “Góðan Morgun Føroyar” um, at “langbani” er fremmant orð. Málfrøðingurin Jógvan í Lon Jacobsen mælti til at brúka “langhylur” og “stutthylur” í staðin fyri “langbani” ella “stuttbani“. “50-metrar-hylur” var hildið at vera í so langt. Eisini helt Jógvan, at man kundi sagt “langgeil” og “stuttgeil“, men legði aftrat, at hann visti lítið um svimjing og at tað var avgerandi, hvørji orð svimjarar og svimjikøn tóku til sín.
Kári tók samanum aftaná og segði: “ein svimjari svimur ikki banar ella longdir men geilar” (??)
Eftir øllum at døma er tað ‘bani’ sum teir vilja sleppa av við. Danir siga ‘langbane’, og tá er langgeil kanska nærmasta týðing. Ensk-talandi siga ‘long course’, meðan tað eftir øllum at døma sær út til at íslendingar brúka 50m sum lýsing av hylinum (sí http://www.sundsamband.is, IM 50 / IM 25 og Íslandsmetraskrá 50m / Íslandsmetaskrá 25m)
Vit hava eisini trupulleika við orðinum ‘banatog’, sum kanska átti at itið ‘geilatog’. Men geil hevur altso ringt við at fáa fótafesti, við tað at fólk illa skilja orðið. Havi eftirhondini nakrar ferðir rennt meg í, at verða noyddur at forklára orðið, tí at fólk ikki høvdu peiling av hvat sum eg meinti við.. Kanska tað átti at itið okkurt heilt annað, til at umganga enn meira løgin dupultnøvn, so sum ‘geilareip’, ‘geilabýti’ og ‘langgeil’.
vit siga stutthylja kapping.. so má tað vælsagtans eisini vera ein langhylja kapping??
Mín størsti trupulleiki við øllum hasum ‘lang’ og ‘stutt’, er at eg í heilum hugsi “kom eg til at siga langteina?”. Tí tað merkir jú bara at kappingarstrekkið var rímiliga langt… til dømis “1500 frí”, heldur enn “50 frí”
Og so er tað tað við kapping og stevnu. Royni sjálvur at fylgja leiðbeiningunum frá SSF fyri árum síðani, at siga ‘svimjistevnu’ um tiltakið sum heild, meðan ‘kapping’ er til dømis “50 metrar frí”.