Apropos apropos, so sorlaði spanski Rafael Muñoz Perez í dag heimsmetið hjá Roland Schoeman í 50 firvald, tá ið hann við tíðini 22.43 svam meira enn eitt ½ sekund undir gamla heimsmetið á 22.99, á sponsku meistarastevnuni í langhyli. Aschwin Wildeboer, sonur danska landsliðsvenjaran, sum venur í Danmark, setti eisini evropamet í 100 rygg, við at svimja 52.93 har evropeiska metið hjá russiska Arkady Vyatchanin var 53.06. Les SwimNews.dk her og her.
Búnin er ljótur men maðurin skjótur
(Rafael Muñoz Perez skræpugulur á EM í Rijeka í desember)
Svenski Christer Magnusson hevur eina hagtalssíðu her, har man millum annað kann síggja at betringin hjá Muñoz á 2,31% var tann størsta betringin hjá monnum av einum heimsmetið í éinum, síðani 1962.