Tíðindaskriv frá SSF
Danska meistarastevnan í langhyli er í hesum døgum í Esbjerg, har 10 svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag, Fuglafjarðar Svimjifelag og Svimjifelagnum FLOT luttaka, umframt Elspa Mørkøre fyri danska svimjifelagið WestSwim og Pál Joensen fyri Aalborg Svømmeklub. Í dag var bara fyrsti dagur av sjey, men tó so hava okkara svimjarar longu vunnið eina silvur og eina bronsu, umframt at ein svimjari afturat hevur klárað kravtíð til Oyggjaleikir á Álandi í summar.
(video strikað)
Elspa Mørkøre vann bronsu í 200 frí við tíðini 2:01.87, sum tó tíverri var eitt vet frá donsku kravtíðini til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar. Hon skuldi svimja 2:01.28, men svam sambært Petur Heðini á Fløtti á www.fsvim.com ikki heilt nóg skjótt millum 100 og 150 metrar, og endaði tí við at vera umleið eitt hálvt sekund frá kravtíðini. Men hon hevur fleiri møguleikar afturat, á hesu stevnu, í 400 frí umframt teimum trimum rygg-greinunum.
Pál Joensen vann silvur í 400 frí við tíðini 3:48.57, í harðari kapping við danska Mads Glæsner. Teir báðir lógu og skiftust um at føra, til Glæsner umleið hálvegis dró frá og vann við tíðini 3:46.28, sum er umleið 1 sekund frá hansara bestu tíð. Tíðin hjá Pál var hinvegin flott føroyskt met í mun til hansara gullvinnaratíð 3:51.44 á evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd í fjør, og spenningurin er tí stórur til kappingina á 1500 metrum, leygardagin fríggjadagin kl 16:00, tá ið teir báðir skulu møtast aftur. Har plaga teir nevniliga at vera nógv javnari, og spurningurin er tí um ikki Pál tekur Mads, nú munurin er minkaður á 400 teininum.
14 ára gamla Astrið Foldarskarð úr Rituvík fór til Danmarkar í gjár, at royna at klára kravtíðina til Oyggjaleikir í 50 firvald. Hon hevði éin kjans, í innleiðandi riðlunum í morgun, og skuldi so ferðast heim aftur longu í morgin. Og varð so enntá seinkað úr Føroyum í gjár, vegna trupulleikar við flogfarinum. Men líkamikið, hon skuldi klára kravtíðina uppá 30.92 sekund… og svam nágreiniliga 30.92 sekund. Eitt ótrúligt bragd av eini so ungari gentu, tá ið man hugsar um at hini úr ferðalagnum í gjár svumu bæði hálvt og heilt sekund frá bestu tíð, vegna sínar órógvaðu fyrireikingar.
Tíðirnar í dag:
- Elspa Mørkøre 200 frí á 2:01.87, tilmeldingartíð 2:02.42
- Mona Simonsen 200 frí á 2:16.55, tilmeldingartíð 2:13.98
- Pál Joensen 400 frí á 3:48.57, tilmeldingartíð 3:51.44
- Shaila millum Garðarnar 50 firvald á 30.12, tilmeldingartíð 29.85
- Astrið Foldarskarð 50 firvald á 30.92, tilmeldingartíð 30.99
- Hildur á Fløtti 50 firvald á 31.27, tilmeldingartíð 31.06
- Malan V. Bærendsen 50 bringa á 36.53, tilmeldingartíð 35.12
- Katarina Lamhauge 50 bringa á 36.82, tilmeldingartíð 35.88
Øll úrslit frá í dag kunnu annars síggjast á www.svimjing.com, umframt at Petur Heðin á Fløtti skrivar á www.fsvim.com, Jón Bjarnason á www.susvim.com, og undirritaði hartil á www.flot.info.
Í morgin árini eru tey 8 sum skulu svimja innleiðandi riðlar: Mona Simonsen í 800 frí, Elspa Mørkøre og Poula Ø. Mohr í 100 rygg, Jón Hofgaard í 100 bringu, Shaila millum Garðarnar í 100 frí, og Pál Joensen í 200 frí. Væntast kann at Elspa, Pál og Mona kvalifisera seg til finalur, umframt at Shaila kanska kann troðka seg við í hálvfinalunum í 100 frí.
Seinnapartin skal Pál so væntandi svimja finalu í 200 frí, Elspa hálvfinalu í 100 rygg, og Shaila kanska hálvfinalu í 100 frí. Finalan hjá Monu verður fyrst hósdagin, men annars luttaka føroyingar mest sannlíkt allar dagar, morgun og kvøld, líka fram til sunnudagin.
Fylgið við á omanfyri nevndu heimasíðum, ella við at fara beinleiðis á www.livetiming.se. Til ber at síggja videobrot frá okkara svimjarum í Esbjerg á www.svimjing.com/live, har vit eisini royna at skapa eitt rímiligt yvirlit yvir viðkomandi tíðum, kravtíðum og øðrum á stevnuni.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Tlf 219754
Frans Johannesen býr í Esbjerg og venur við WestSwim, men er ættaður úr Føroyum. Hann kvalifiseraði seg til EJM í Prag í summar við danska landsliðnum, við frálíku tíðini 4.02.24 í 400 frí. Lesið á http://www.susvim.com, hvat Bjarnason heldur um at føroyingar eiga hendan og Pál og Elspu, og tó so fýra alt av uppá fótbólt.
Og altso ikki leygardag, sum eg skrivaði í hesum tíðindaskrivinum. Orsaka.