Teir svumu ikki við fullari ferð, og splitt-tíðirnar siga tí ikki so nógv annað, enn at Mads valdi at liggja undir liðini á Pál allan vegin, inntil Pál at enda dró frá. Kanska tí at Mads ikki ætlaði sær meira enn 2. pláss, ella kanska tí at Mads mátti uppgeva at taka Pál í spurtinum. Latum okkum vóna, at talan var um tað seinna 🙂
Í 100 firvald hjá kvinnum royndi Hildur á Fløtti týðiligvís eftir oyggjaleikakravtíðini í 50 firvald, og kom eisini heilt nær. Vendi sum tann fyrsta í tíðini 31.00, har kravtíðin er 30.92, og dragnaði so til 1:12.32, teir síðstu 50. Altso minni enn ein tíggjundapartur frá kravinum, har Astrið Foldarskarð týsdagin svam 30.92, og útlit eru tí fyri eini ófatiliga spennandi holmgongu millum Astrið og Hildur og kanska onkra triðju, sunnudagin tann 19. apríl, um hvør sum skal við til Álands í 50 firvald.
Pauli svam í 100 frí nakað líknandi sum Hildur í teimum 100 firvald, við at venda sum fyrsti maður og síðani dragna til at verða síðstur í sínum riðli. Men tað gekk nokk ikki heilt eftir vild, tí 25.65 í 50 frí var ikki nóg mikið til at klára kravtíð til Oyggjaleikir, HM ella EJM, og 55.36 í 100 frí var so aftur longri frá.
Shaila millum Garðarnar disponeraði sínar kreftir meira vanligt í 100 firvald, 31.59 eftir 50 metrum og 1:08.36 eftir 100, og kláraði tá eisini at svimja skjótari enn sína tilmeldingartíð á 1:08.52, umframt sína bestu tíð á 1:08.52 frá Reykjavík International í januar, sum mær vitandi er (ella var) føroyskt met á teininum.
Afturat hesum fýra svumu eisini Dánjal Martin Hofgaard og Katarina Lamhauge ávíkavist 100 frí á 56.61 og 200 bringu á 2:50.95. Hetta vóru tíðir eitt sindur frá teirra (møguliga umroknaðu) tilmeldingartíðum, sum tí heldur ikki rukku nøkrum nýggjum kravtíðum. Men tey hava jú bæði longu kvalifiserað seg til Oyggjaleikir, og hava tí kanska tíð og ráð at eksperimentera eitt sindur, ella bara at lata verða við at trappa niður til hesa stevnu.
Elspa Mørkøre hevði frí í morgun, men skal so umleið kl 17:31 føroyska tíð í dag svimja finalu í 100 rygg. Tilmeldingartíðin hjá henni er 1:00.98 (umroknað), og hon skal klára 1:01.86, um tað skal verða hendan greinin sum fær hana við danska landsliðnum til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar.
hehe, har var eingin spurtur, bert ein lítil øking av frekvensi, og so innslag í staðin fyri vending. Teir tóku sær av løttum báðir tveir. Ótrúliga gott sá tað út hjá teimun, men Pál var klárt tann frískari tá ið teir komu um 1200m. Eg ivist ikki í at vinnarin í morgin í 1500m frí setur nýtt met fyri norðurlond, men um vinnarin kemur undir 15min, tað vil tíðin vísa 😉 Men eg trúgvi at tað verður har um.