Tíðindaskriv frá SSF
Pál Joensen hevur nú av álvara prógvað seg sum gullmerkjakanditat í 1500 frí, eftir at hann í morgun, hósdag 9. apríl, helt Mads Glæsner aftanfyri seg, allar teir 1500 metrarnar í innleiðandi riðlunum av 1500 frí. Finalan verður í morgin, fríggjadag 10. apríl kl 16:00, har millum annað Jón Bjarnason, venjari hjá Pál, væntar at vinnarin fer at seta í minsta lagi norðurlendskt met, og kanska enntá fer at fara undir 15 minuttir í 1500 metrar á langhyli, sum fyrsti norðurlendingur nakrantíð.
Pál og Frans Johannesen, á DM í Esbjerg. © Jón Bjarnason 2009
Mads Glæsner hevur sum kunnugt longu vunnið á Pál í 200 og 400 frí, á hesi donsku meistarastevnuni í Esbjerg; men munurin er tódnaður nógv, í mun til tá ið teir seinast hava møtst. Glæsner betraði seg til dømis bara 41 hundraðpartar í 200 frí, meðan Pál betraði seg 3,49 sekund í 200 frí, og 2,87 sekund í 400 frí. Og spurningurin er tí, um ikki Pál fer at eiga munin á 1500 metra teininum, har tað til dømis á EM í Rijeka í Kroatia í desember bara vóru 29 hundraðpartar ímillum teir.
Lesið meira á www.susvim.com, www.fsvim.com og www.svimjing.com. Vit fara sjálvsagt at fylgja við, alt tað vit kunnu, í morgin tá ið slagið skal standa í Esbjerg, við videobrotum, ‘livetiming’ og øðrum góðum úr Danmark.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
tlf 219754
Hann er 2 ár yngri enn Pál, men stórur sum ein kempa hehe.
Okur vita at hann er ættaður úr Hvalba, so okur hava longu tiki hann til okon her suðuri hehehe.
Eg skal minnast til at leggja eitt videobrot út við samrøðu við hann um hvussu tað gongur hjá føroyingum í Esbjerg 😉
Og so havi eg kanska okkurt gott við einum HM medaljuvinnara frá 2007 ;o)
Pál Joensen og Jon Rud, á DM í Esbjerg. © Jón Bjarnason 2009