Hetta heldur Jón Bjarnason, í viðmerking her á svimjing.com, og spurningurin er tí mest um hvør av teimum nær at verða fyrsti norðurlendingur undir 15 minuttir í 1500 frí í langhyli. Bjarnason heldur sjálvur at Pál sá frískari út eftir 1200 í teimum 1500, enn Mads, og vit kunnu eisini staðfesta at munurin á teimum í 200 og 400 frí er tódnaður so mikið nógv, at grafurin hjá mær frá november í fjør kanska fer at halda allíkavæl.
(Her stutthyljatíðir, sum eru nakað væl skjótari enn langhyljatíðir)
Glæsner betraði seg frá 1:48.51 til 1:48.10 í 200 frí, og forverraði seg frá 3:45.38 til 3:46.28 í 400 frí. Altso 41 hundraðpartar í 200 frí, og einki betri í 400. Til samanberingar forbetraði Pál seg 3.49 sekund í 200 frí, frá 1:53.53 í Reykjavík í januar til 1:50.04 í gjár, og 2.87 sekund í 400 frí, frá 3:51.44 í Beograd til 3:48.57 í gjár. Ein betring á 2.87 sekund í 400 frí verður lættliga til 10 sekund í 1500 frí, og tá er knappliga tætt millum tíðina hjá Glæsner frá OL í Beijing, á 15:03.33, til teir 15:18.37 sum Pál svam í Beograd. Serliga um Glæsner forverrar seg í 1500 frí, sum í 400, og Pál fer eftir eina tíð uppá 15 minuttir.
Eg havi til stuttleikar roynt at seta tíðirnar hjá teimum báðum inn í Excel, frá 200 frí í gjár og 400 fyrradagin, og bað so rokniarkið um at gera eina forsøgn uppá teirra 1500 tíðir, um gongdin var púra linjurøtt frá 200 yvir 400 til 1500. Tá eigur Mads enn munin, men vinarliga legg til merkis at hasar tíðirnar eru heilt forferdiliga góðar… ja í báðum førum undir evropametið hjá Yuri Prilukov 14:41.13, og ikki so øgiliga langt frá heimsmetinum hjá Grant Hackett á 14:34.56. So skjótt trúgvi eg altso ikki at teir svimja (longu í morgin 🙂 og fyri at vísa hvussu langt úti tað er, so havi eg eisini roynt at spáa hvussu skjótt evropametið og heimsmetið burdu verið, um man eisini har gjørdi eina linjurætta forsøgn út í frá 200 og 400 metra tíðunum.
200 frí | 400 frí | Forsøgn 1500 frí | |
---|---|---|---|
Mads | 1:48.10 | 3:46.28 | 14:36.27 |
Pál | 1:50.04 | 3:48.57 | 14:40.49 |
Evropamet | 1:44.89 | 3.43.40 | 14:35.21 (er 14:41.13) |
Heimsmet | 1:42.96 | 3:40.08 | 14:24.24 (er 14:34.56) |
Gev gætur at finalan er í morgin, fríggjadag kl 16:00, føroyska tíð, og ikki leygardagin kl 16:00, sum eg til nú havi hildið.
Norðurlendska metið er annars teir 15:03.33 hjá Mads Glæsner, frá OL í Beijing í august.