Samandráttur: Føroyingar vunnu 1 gull, 5 silvur og 2 bronsu á DM 2009

Tá rokni eg ikki heiðursmerki við sum føroyingar hava vunnið sum partur av liðsvimjing saman við dønum, og heldur ikki heiðursmerkini sum føroyski Frans Johannesen vann í donsku juniorkappingini, sum varð avgreidd um morgunin. Føroyingarnir kláraðu tilsamans 12 ferðir at svimja seg víðari til hálvfinalur og finalur, og settu tilsamans 11 føroysk met, harav eitt enntá var norðurlendskt met:

  • Pál Joensen – 1 gull, 2 silvur, 1 bronsu, 4 finalupláss, 7 føroysk met, 2 ferðir undir norðurlendskt met, 1 norðurlendskt met
  • Elspa Mørkøre – 3 silvur, 1 bronsu, 2 hálvfinalupláss, 4 finalupláss
  • Shaila millum Garðarnar – 2 føroysk met, 1 hálvfinalupláss
  • Mona Simonsen – 2 føroysk met, 1 finalupláss


Tað gekk eitt sindur verri at klára kravtíðir til Oyggjaleikir, HM, EJM og líknandi. Pál svam sjálvsagt fleiri ferðir undir kravtíð til bæði Oyggjaleikir, HM og EM. Men út yvir tað, so var tað bara Shaila sum staðfesti at hon hevur støði til Oyggjaleikir, og Astrið Foldarskarð úr FLOT sum við oyggjaleikakravtíðina 30.92 í 50 firvald kláraði eina kravtíð ið hon ikki longu var kvalifiserað til. Restin svumu yvirhøvur verri enn kravdu tíðir, út yvir Elspa sum jú ikki kann luttaka fyri Føroyar longur.

Men allar súðir eru ikki syftar enn. Í næstu viku er oyggjaleikaúttøkustevna í Havn, har øll uttan Pál fáa ein síðsta kjans at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Álandi. Pál fer í staðin at luttaka fyri Aalborg Svømmeklub á donsku meistarastevnuni fyri lið, har Aalborg so vítt eg havi skilt skal berjast fyri at halda seg í ‘Svømmeligaen’.

Elspa

  • silvur í 50 rygg, 100 rygg og 400 frí
  • bronsu í 200 frí
  • 2 hálvfinalupláss
  • 4 finalupláss

Pál

  • gull, føroyskt met og norðurlendskt met í 800 frí
  • silvur, føroyskt met og undir norðurlendskt met í 1500 frí
  • silvur og føroyskt met í 400
  • bronsu og 3 ferðir føroyskt met í 200 frí
  • føroyskt met í 100 frí
  • 4 finalupláss

Shaila

  • føroyskt met í 50 frí
  • føroyskt met í 100 firvald
  • 1 hálvfinalupláss

Mona

  • 2 ferðir føroyskt met í 1500 frí
  • 1 finalupláss

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.