Hetta veit Craig Lord at siga, her á SwimNews.com: “We do now know what is yet to be revealed in detail: all suits that swimmers intend to wear in racing in Rome will have to be handed in a few days before action gets underway and those suits will be tagged in some way that will allow an official to use a supermarket-checkout-like gun to read a bar code and know that the swimmer is wearing the approved suit he or she submitted for tagging”.
Hann koyrir sjálvsagt víðari, við øllum tí sum vit eftirhondini hava hoyrt til húðleysheit. Øll eru ímóti draktunum, nú íroknað Alexander Popov og Janet Evans, og fólk umhugsa opinbart í viðmerkingum til SwimNews, at gera eitt nýtt altjóða svimjisamband, ífall FINA ikki finnur útav at ‘verja ítróttin’: “Several suggestions are made and two very large financial outfits have let it be known that they would be prepared to back a league of pure swimming should FINA fail in its responsibility as the guardian of swimming”.
Hann sigur at Speedo hevur biðið FINA um at lurta eftir venjarunum, viðvíkjandi nýtslu av ‘non permeable material’ (luft-tøttum evnum sum t.d. neopren). Og so kemur ‘hin’ spurningurin eisini upp – um alt hetta rokið við draktum bara er eitt skálkaskjól til at fjala doping. Tí í løtuni er tað jú púra legalt at betra seg fleiri sekund, sjálvt í 50 metrum, har tað fyri fáum árum síðani beinanvegin hevði verið sæð sum tekin uppá doping.
Og so koma fólk til Rom, fáa ikki draktirnar aftur frá merking tí onkur hevur gjørt ein feil nú 4000+ draktir komu flúgvandi inn í høvdi á teimun.
Hetta er eitt sirkus, billettirnar eru ov dýrar og næstan ikki til at fáa hendur á.
Og tá ið ein so kemur fram, so endar ein kanska við skeivari billet….
Og SO koma nakrir yvirenergiskir italskir trygdarmenn og tøma alla garderobuna niður í stórar plastikk-posar, sum kroatar gjørdu í Rijeka, tí at onkur kanska hevur goymt plastiskt spreingievni í øllum hasum neopreninum 🙂