Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Komandi vikuskifti skipar Svimjisamband Føroya fyri 36-indi árligu Føroyameistarastevnuna í svimjing, í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan stevna er í ár fyri fyrstu ferð eisini juniormeistarastevna, eftir at føroysku aldursbólkarnir vórðu broyttir í fjør heyst, til nú at umfata eisini aldursbólkin ‘juniorar’.
Stevnan verður fyriskipað soleiðis, at juniormeistararnir verða funnir í innleiðandi riðlunum um morgunin, og føroyameistararnir um kvøldið. Øll svimja um morgunin eftir at sleppa í finalu um kvøldið, samstundis sum tey yngru svimja um juniormeistarheitið. Og um kvøldið eru tað so tey upp til 6 skjótastu í hvørjari grein ið svimja um føroyameistarheitini, líka mikið hvønn aldur tey hava.
Stevnan er samstundis síðsti kjansur at klára kravtíð til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar, umframt at juniorarnir kunnu royna eftir kravtíðunum til evropeisku juniormeistarstevnuna í Prag.
Skráin fyri stevnuna er hendan:
- Fríggjamorgun 8/5 frá kl 09:00 – innleiðandi riðlar og juniormeistarstevna
- Fríggjadag 8/5 kl 16:00-18:00 – finalur í føroyameistarstevnuni
- Leygarmorgun 9/5 frá kl 09:00 – innleiðandi riðlar og juniormeistarstevna
- Leygarkvøld 9/5 kl 18:00-20:00 – finalur í føroyameistarstevnuni
- Sunnumorgun 10/5 frá kl 09:00 – innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
- Sunnudag 10/5 kl 16:00-18:00 – finalur í føroyameistarastevnuni
Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá finalunum í føroyameistarastevnuni fríggjadag og leygarkvøld, umframt at tað fer at bera til at fylgja við úrslitunum ‘live’ á www.livetiming.se, og á www.svimjing.com/live. Hartil verður mest sannlíkt viðmerkingar og líknandi at lesa á heimasíðunum hjá føroysku svimjifeløgunum www.fsvim.com, www.susvim.com og flot.info, umframt á www.ssf.fo og www.svimjing.com
Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya
Tað er væl gjørligt at gerast Juniormeistari um tú er junior ella yngri ?
Hvat við juniormeistaraskapinum um nú bert 6 svimjarir ella færri eru tilmeldaðir, verður juniormeistarin so funnin um kvøldið í finalunum? Tað sama er væl galdandi í liðsvimjingunum ?