So eru vit liðug fyri í dag, og tað spældi bara heilt væl av. Shaila millum Garðarnar setti føroyskt met í 50 firvald við tíðini 29.55, har metið hjá henni var 29.85. Pál Joensen setti føroyskt met í 100 frí við tíðini 50.78, har metið hjá honum frá Rijeka var 51.81. Poula Ø. Mohr setti juniormet í 100 frí við tíðini 1:00.15, har Hildur á Fløtti í morgun setti juniormet við tíðini 1:00.27. Birita Debes setti juniormet í 100 rygg við tíðini 1:06.05, har hennara juniormet frá Meistarastevnun fyri Ung í apríl var 1:07.54. Og FS gentur setti tvær ferðir juniormet í 4×100 frí, fyrst við at svimja 4:24.91 í morgun, og síðani við at svimja 4:14.06 í kvøld.