SSF tíðindaskriv um FM og JM 2009
Øll segl vóru sett tá Svimjisambandið um vikuskifiti skipaði fyri 36-indi Føroyameistarastevnuni og 1. Juniormeistarastevnuna. Í einari fullskryddari svimjihøll í Havn kempaðu 83 svimjara úr seks feløgum um heiðursmerki í 42 kappingum. Eftir nýggja bólkabýtinum, ið kom i gildi 1. september farna ár, var eisini svomið um Juniormeistarheiti. Soleiðis at undir innleiðandi um morgunin vóru heiðursmerkini býtt til Junior, to só vóru færri enn seks svimjarar tilmeldaðir, so vórðu øll heiðursmerki býtt í finaluni um kvøldið.
Gomul garvaðu og ungu talentini
Tað má eftirhondini kallast fyri eini stórur heiður fyri føroyska svimjing, at ein stjørna sum Pál Joensen yvirhøvur vil luttaka á stevnuni, við tí støðinum sum hann á. Hann var tí eisini ein maktfaktorur á stevnuni, saman við Shailu millum Garðarnar sum vann alt sum hon luttók í, og aðrar garvaðar svimjarar sum Kári J. á Høvdanum, Mona Simonsen, Guðrun H. Jacobsen og Pauli Øssursson Mohr. Men tey ungu smæddust ikki burtur, og góvu ofta skarpan gang, har til dømis 96-ararnir Alvi Hjelm, Óli Mortensen og Eyðbjørn Joensen eru millum bestu svimjarar í sínum aldursbólki í danska kongaríkinum, og Magnus Jákupsson, Birita Debes og Poula Ø. Mohr lógu framvið eftur gullheiðursmerkjum. Unga Tanja Skaalum koppaði fleiri nógv eldri svimjarum í bringu og blandaðari svimjing, hóast hon bara er 11-12 ára gomul, og ungu HS-stafettirnar tóku eisini øll á bóli, við at vinna 4 av 6 liðsvimjingum.
EJM og HM kravtíðir
Hetta var seinasti møguleiki hjá svimjarum at klára kravtíðirnar til tær stóru kappingarnar í summar, Evropeisk Junior Meistarstevnan í Prag, Kekkia í døgunum 8.-12. juli og Heimsmeistarastevnan ið byrjar 24. juli í Róm. Báðar kappingarnar eru í longum hyli, tað vil siga 50 metra hyli. Einasti svimjari, ið náddi undir kravið í farna vikuskifti var Pauli Øssurson Mohr, sum við einum Føroyskum meti í 50 frí, við tíðini 0:23.44 kom undir kravtíðina til HM. Umfram Paula eru hesir svimjarar, ið hava svomið undir kravtíðina til HM: Pál Joensen, Kári J. á Høvdanum, Birita Debes og Shaila millum Garðarnar. Harumframt kláraði Pauli kravtíðina til EJM fyri trimum vikum síðani.
Tung venjing merkti stevnuna
Annars má sigast at svimjingin hetta vikuskifti fyri ein stóran part merkt av at okkara bestu svimjarar fyrireika seg til millumtjóða kappingarnar í summar, eins og at nógvir svumu rættiliga taktiskt fyri at náa flest møgulig heiðursmerki. Tó so, tá hetta er sagt, so sóu vit samstundis einastandandi góða kappingar og avbera góðar tíðir. Mangan var øll høllin í andaleypi av teimum avbera tøttu avgerðinum, uppá fáa hundrandapartar. Og í til dømis 50 frí hjá kvinnum vóru tær heilar 6 sum komu undir 28 sekund, har einans Shaila kláraði so mikið skjótt í fjør.
Suðuroyar svimjifelag stóri vinnarin til FM
Susvim gjørdist stóri vinnari við 31 gull-, 12 silvur- og 12 bronsumerki. Næst teimum var Havnar svimjifelag við 6 gull-, 15 silvur- og 10 bronsumerki. So kom Fuglafjarðar Svimjifelag við 4 gull-, 7 silvur- og 10 bronsumerki. Flot vann 1 gull-, 2 silvur- og 2 bronsumerki. Ægir fekk 4 silvur- og 4 bronsumerki.
Fuglafjarðar Svimjifelag flest heiðursmerki til JM
Til 1. JM-stevnuna var kappingin sera hørð og ta avtornaði var Fuglafjarðar svimjifelag fremst við 12 gull-, 5 silvur og 5 bronsumerki. Næst teimum var Havnar Svimjifelag, ið vann 10 gull-, 11 silvur- og 9 bronsumerki. Næst teimum var Suðuroyar Svimjifelag, eisini við 10 gull-, 8 silvur og 4 bronsumerki. Flot fekk 4 gull-, 4 silvur og 7 bronsumerki. Ægir 3 gull-, 6 silvur- og 4 bronsumerki. Reki 2 silvur- og 4 bronsumerki.
Oyggjaleikasvimjararnir vístu stórform
Úttikna oyggjaleikaliðið vísti sum heild høgt støði, har tey í heilum sníktu seg longur upp í heiðursmerkjavónunum, um vit sammeta við tíðirnar frá Rhodos. Kravtíðin var sum kunnugt triðbesta tíð frá Rhodos, men nú er støðið sum heild mest til minst silvurheiðursmerki, um tey høvdu svomið við hesum tíðum á Rhodos. Og stafettirnar eru knúsandi sterkar, bæði hjá monnum og kvinnum, við tíðum sum í fleiri førum fara at seta føroyskt met.
Føroysk met
Shaila millum Garðarnar (SuSvim), 50 firvald, 29.55
– átti sjálv metið á 29.85 frá Ægir stevnu í februar í ár
Pál Joensen (SuSvim), 100 frí, 50.78
– átti sjálvur metið á 51.82 frá EM í Kroatia í desember 2008
Kári J. á Høvdanum (FS), 50 rygg, 26.05
– átti sjálvur metið á 26.11 frá DM í Kolding í 2008
Pál Joensen (SuSvim), 100 bringu, 1:05.85
– Ingi Andreasen átti metið á 1:05.94 frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 1995
Pauli Ø. Mohr (FS), 50 frí, 23.44
– átti sjálvur metið á 23.74 frá Oyggjaleikaúttøkustevnuni í apríl í ár
Kári J. á Høvdanum (FS), 100 rygg, 56.11
– átti sjálvur metið á 56.13 frá Føroysku Meistarstevnuni í 2008
HS kvinnur, 4×50 frí, 1:50.51
– Tvøroyrar Svimjifelag átti metið á 1:51.66 frá Føroysku Meistarastevnuni í 2007
Hartil svam Pauli Ø. Mohr (FS) klárt skjótastu ‘flúgvandi tíð’, sum nakar føroyingur nakrantíð hevur svomið, tá ið hann sum triði maður í 4×50 frí í liðsvimjingini svam teinin uppá 22.81 sekund.
Juniormet
- Hildur á Fløtti (FS), 100 frí, 1:00.27
- Poula Ø. Mohr (FS), 100 frí, 1:00.15
- Birita Debes (FLOT), 100 rygg, 1:06.05
- FS gentur, 4×100 frí, 4:24.91
- FS gentur, 4×100 frí, 4:15.06
- Cecilia Eysturdal, 400 frí, 4.38.62
- Poula Ø. Mohr (FS), 50 frí, 27.62
- Pauli Ø. Mohr (FS), 50 frí, 23.44
- FS gentur, 4×100 blandað, 4:55.62
- FS gentur, 4×50 frí, 1:57.47
- FS gentur, 4×50 frí, 1:56.55
- Poula Ø. Mohr (FS), 100 blandað, 1:08.32
- Dagmar M. Winther (HS), 200 frí,
2:12.552.11.68
Heiðursmerkjabýti á føroysku meistarastevnuni
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
SuSvim | 32 | 12 | 12 |
HS | 6 | 15 | 10 |
FS | 4 | 7 | 10 |
FLOT | 1 | 2 | 2 |
Ægir | 0 | 4 | 4 |
Heiðursmerkjabýti á juniormeistarastevnuni
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
FS | 12 | 5 | 5 |
HS | 10 | 11 | 9 |
SuSvim | 10 | 8 | 4 |
FLOT | 4 | 4 | 7 |
Ægir | 3 | 6 | 4 |
Reki | 0 | 2 | 4 |
Ársins svimjarar og stjørnuskot
Shaila millum Garðarnar og Pál Joensen úr SuSvim gjørdust ársins svimjarar ár 2009
Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr HS gjørdust ársins stjørnuskot ár 2009
Hægsta stigatal á Føroysku Meistarastevnuni 2009
Pál Joensen kláraði at svimja seg til 837 FINA stig í 800 frí
Eg fái tað til 31 Senior FM gull til Susvim.
11 fríggjadag
10 leygardag
10 sunnudag
Um tað er beinleiðis finalurnar á longum teinum um morgunin sum “arga” eitt sindur, ella um tað eri eg sum ikki dugi at telja skal eg ikki siga, men hatta er útslitið sum eg kom fram til.
Cecilia Eysturdal er ikki tann, sum ger mest um seg á kantinum og er tað kanska tí hon altíð verður gloymd, men í hylinum hólvar hon so alt av…..hon er jú bert 12 ár. Forbetraði sítt egna junior-met í 400 frí………..4.38.62
Púra eingin JM Poulsen 🙂 Tað er ótrúligt at hon ikki verur nevnd oftari, hon er ein av teimun ungu svimjarinum, sum hevur tikið seg ótrúliga nógv frám, hyggji eftur tíðinum hjá henni, fyri bara 1-2 árum síðani,,, so síggja tit hvussu nógv hon hevur tikið seg frám.
Dagmar svam 2.11.68 innleiðandi í 200 frí
Tað er so rættað omanfyri
No probs mate;) og so líka……
Cecilia Eysturdal 4.38.62 í 400 frí
FM minnir enn einaferð um at skula jonglera við 20 bóltum í senn :-S
Sum eg áhaldandi hava skriva, so gjørdist tað til 31 FM gull til SUSVIM, og ikki 28. Eg veit so ikki hvør sendur tað út, men hetta er sera óheldigt.
Tað ljóðar kanska sum ein feilur sum ongan týdning hevur, men hvør vil “snýtast” fyri 3 gull? Tað er jú nógv hjá onkrum felagi, ella hvussu?
Tær settu føroyskt met í 4x50m frí við 01:50.51
Gamla metið var 01:51,66 (Tvøroyrar Svimjifelag FM’07)
“ungu HS-stafettirnar tóku eisini øll á bóli, við at vinna 4 av 6 liðsvimjingum”
Andrass Tomsen, Janus Olsen, Dánjal Hestoy og Høgni Miné.
Eg vil ganga við til at hesir 4 eru ungir, ja Andrass er ungur, men teir (uttan Høgni) eru “eldru” í føroyskari svimjing… og tað er ikki so gott.
Men ótrúliga gott at teir vóru har, og ótrúliga gott at síggja teir svimja skjótt aftur. Annars var eg ikki tikin av bóli, hatta gekk akkurát sum eg hevði vanta. OK, 4×50 frí hjá gentum var irriterandi ófantaligt av okkum, har skulu allar 4 svimja skjótt, men tað skuldi ikki vera so, eg hevði heilt erligt ikki vanta at tapa 4x50frí hjá kvinnum. Tillukku til HS, sera gott, Susvim & HS svumu so skjótt, at tær høvdu vunnu gull & silvur á Rhodos.