25. og 26. apríl kappaðust svimjarir úr m.a. Jersey og Guernsey í Island Champs 09. Kappingin var í stuttum hyli. Her eru bestu úrslitini frá Island Champs 09 samanborið við FM 09 og FO met (við fyrivarni).
25. og 26. apríl kappaðust svimjarir úr m.a. Jersey og Guernsey í Island Champs 09. Kappingin var í stuttum hyli. Her eru bestu úrslitini frá Island Champs 09 samanborið við FM 09 og FO met (við fyrivarni).
Her er ein lítil søga sum ger Jersey liðið eitt sindur NÓGV sterkari ;o)
Sterkasti maður hjá Jersey til seinastu OYL á Rhodos var uttan iva Simon Le Couilliard
Tá ið eg hugdi ígjøgnum liðið hjá Jersey, var hann ikki at finna, og eg veit at hann hevur svomi á “fastlandinum”.
Men nú vita okur at Simon Le Couilliard verður við í Álandi… 2:00,07 í 200m firvald… damn.
Hetta er vist nokk hann, á SwimRankings
http://www.swimrankings.net/index.php?page=athleteDetail&athleteId=1559494
Tað er eitt sindur síðani at hann varð skrásettur fyri eina 2:00 tíð, men 2:02 er nú heldur ikki heilt galið :-S
http://www.swimrankings.net/index.php?page=athleteDetail&athleteId=1559494&styleId=17
Hansara PB í 200m firvald í 50m hyli er 2:02.45 og tað er altso skjótt… puha.
Olivia Rawlinson og Jonathan Price eru við aftur í ár… heiðursmerkjavinnarar frá Rhodos. Olivia vann silvur í 100 frí við 59.30, silvur í 200 rygg við 2:20.31, silvur í 400 blandað við 4:59.85, bronsu í 100 rygg við 1:07.14, bronsu í 200 frí við 2:06.42, bronsu í 400 frí við 4:27.54 og bronsu í 200 blandað við 2:24.94. Jonathan vann bronsu í 100 bringu við 1:07.74 og bronsu í 200 bringu við 2:26.66.
Úrslit frá Rhodos:
http://www.islandgames.net/cms/2007_swimming___________________________________________________2e6bedb5ccb3cd4f3812be3bdd9a48f9________________________________.pdf
Isle of Man Åland Island team:
http://www.iomsc.org.im/News/2009/4/23/Aland-Island-Games-Team-announced/
Rawlinson svimur enn skjótt:
http://www.swimrankings.net/index.php?page=athleteDetail&athleteId=4381810
Isle of Man profilurin er heilt sikkurt 16 ára gamli Grant Halsall, hann svimur sera sera skjótt. Han kom í A finaluna til British Championships í rygg og firvald um eg minnist rætt. Tykur síggja Grant Halsall á Swim Rankings.
Hann er altso sterkur, og kanska eitt tað størsta talentið sum bretar hava hjá dreingum í dag.
Hann var bert 14 ára gamal tá ið hann svam seg í fleiri finalur á Rhodos.
Verturin Åland hevur sín egna mega svimjiprofil, tað er heilt sikkurt Ida Sandin, hon var sterkasta kvinna á Rhodos, og hon hevur gjørt framstig síðan tá, tykur síggja hvussu sterk hon er við at lesa her á swim rankings.
Hon liggur støðugt í top’3 í Svøríki í blandaðari svimjing, har hon kappast við sterkar landsliðssvimjarar sum Stina Gardell
Gott at hoyra at hini hava nakað at bjóða. Tað ringasta vildi verið, um tað gjørdist tað reina ‘walk-over’ á Álandi, tí so hava vit eitt forkláringsproblem viðvíkjandi Bermuda 🙂
(Ikki tí, eg haldi sjálvur at Føroyar eigur at luttaka eisini á Oyggjaleikum, líka mikið um vit eru betur ella verri enn hini. Hatta eru jú oyggjalond við nøkulunda somu stødd sum vit, so tað setur tað heila í perspektiv)
So søgdu tey á BBC á Rhodos:
Ja, og nú er langt hjá Simon á 1:54 niður til yvirmannin á 1:46 :o)