Holmgonga millum Bousquet og Phelps í morgin

Høvuðsattraktiónin á amerikansku svimjistevnuni Charlotte UltraSwim verður garanterað teir 50 frí í morgin leygardag, har franski Frederick Bousquet er tilmeldaður við heimsmetinum 20.94, við amerikanska Cullen Jones sum nr 2 við 21.59, og Michael Phelps sum nummar 77 við tilmeldingartíðini 20.04 yvir 50 yards. Phelps hevur jú langt síðani kunngjørt, at hann fer at royna ein nýggjan teknikk, ‘sum fer at kunna síggjast longu í fyrsta taki’, og tykiskt hartil at vilja skifta eitt niður ímóti teimum stytru teinunum, nú eftir stór-succésini í Beijing. Stevnan verður streamað ‘live’ á www.swimnetwork.com, og úrslitini fara hartil leypandi at kunna síggjast her.

DSC_0351

(Bousquet á EM í Rijeka í desember)

4 thoughts on “Holmgonga millum Bousquet og Phelps í morgin”

  1. Innleiðandi 1:50,46 og næst skjótastur, har vóru 15 riðlar.
    Top’8 í heiminum er frá 1:45,83 til 1:46,63
    Teknikkurin hjá Phelps var als ikki broyttur, men ok, hetta var 200m, og tað verður í 50 & 100m at okur fáa hansara sprint teknik at síggja. Tykur síggja video av innleiðandi hjá Phelps HER Enjoy 😉

  2. JA! so er finalan longu svomin í 200m frí, og Phelps gav eitt hint til nýggja teknikkin hjá sær teir seinastu 5-6 metrarnar har hann var hart pressaður av Peter Vanderkaay. Phelps svam sum sviin Stefan Nystrand, heilt straktar armar, tað sá ikki pent út, men hann vann við 1:46,02. Hetta er næst skjótasta tíðin í heiminum í ár. Bert Lin Zhang ú Kina sum er 1500m specialist hevur svomi skjótari, 1:45,83

    Phelps splittar: 0:24,89 – 0:52,03 – 1:19,08 – 1:46,02
    Altso 0:52,03 + 0:53,99 = 1:46,02 Ikki ein Phelps í topform… serliga seinasti 50m var ‘ræðuligur’ um ein hugsar Phelps standard, men gott nokk til at svimja 92/100 sekund skjótari enn Mads Glæsner.

    Finalan er á VIDEO beint her

  3. Til stuttleika kan eg nevna, at Ryan Lochte, maðurin sum fekk 3 gull, 1 silvur og 3 bronsu til OL, vann B-finaluna við tíðini 1:50,58 – Pál svam til DM 1:50,04 – Pál hevði annars klára eitt 5. pláss í A-finaluni við sínari tíð frá DM.

    Eitt annað sum er vert at taka við, er at Brett Fraser, sum okur kanska síggja til OYL, (hann var við á Rhodos) er við í hesari kapping. Saman við eldra beiggja sínum Shaune, skal hann svimja 50m frí í morgin.
    Shaune svam annars 1:55,49 innleiðandi í 200m frí, og kom ikki víðari. Brett svam 1:57,37 og kom sjálvandi heldur ikki víðari. Har eru annars A, B & C finalur 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.