Skjótasta leið gjøgnum vatnið er ikki neyðturviliga tann beinasta

Áhugaverd samrøða við Coach Ron Johnson her á swimnetwork.com, um hvussu vit kanska ikki eiga at royna at svimja so beint sum yvirhøvur gjørligt, men heldur hava eitt sindur av ‘bounce’ í svimjingini, á sama hátt sum fiskar og hvalir heldur ikki svimja púra beint. Hann nevnir svimjarar sum Janet Evans, Jason Lezak og Eamon Sullivan sum dømi, Alexander Popov, Kosuke Kitajima og Leisel Jones. Umframt djór, bæði á landi, vatni og í luftuni, ið yvirhøvur velja at ferðast heldur í smáum aldurørslum, enn beint fram.

(Onkrir tilfeldigir, skjótir fiskar)

Coach Ron Johnson hevur verið verið ársins venjari bæði í amerikanskum college og masters høpi, umframt at hann var landsliðvenjari hjá Mexico, tá ið tey fingu sítt besta úrslit á OL nakrantíð, og einasta OL gullheiðursmerki. Hann hevur júst givið eina bók út nú kallað “Romancing the Water”, um kunstin og vísindin at venja svimjing.

(Og líknandi skjót landdjór)

One thought on “Skjótasta leið gjøgnum vatnið er ikki neyðturviliga tann beinasta”

  1. Vit diggaðust eitt sindur við hetta leygardagin, á fyrstaliðnum hjá FLOT, og komu ásamt um at tað í øllum førum ikki vóru serliga stórar aldurørslur, sum talan er um í sjálvari crawl- og rygg-svimjingini.

    Ein onnur misskiljing er í sambandi við at fiskarnir byrja við stórum aldurørslum, í tí at teir skulu flyta seg frá still-støðu til toppferð. So hugsar man at ‘ná ja, so mugu vit nokk eisini byrja við stórum firvaldaspørkum, ið síðani so líðandi verða smærri og smærri’. Men har skal man ikki gloyma, at fiskarnir ikki hava nakran vegg at seta frá av, og at teir tískil noyðast at økja ferð í sjálvum vatninum, hóast ferð-øking í vatni er ógvuliga orkukrevjandi.

    Menniskja-kappsvimjarar hava mestu ferð beint eftir kavingini, og næstmest beint eftir vendingunum. Tískil eru tað ikki akkurát hesi spørkini sum eiga at vera tey størstu, um man altso ikki hevur bíðað so leingi, at ferðin er burtur.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.