Tíðindaskriv frá SSF
Aðalfundur hildin í Svimjisamband Føroyar 23. mai 2009
Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát, í mun til ítróttaliga støðið
Leygardagin var aðalfundur í Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum. Føroysku svimjifeløgini hittust, at viðgera farna tíðarskeðið. Í niðurløguni av frágreiðingi segði formaðurin, Jon Hestoy, soleiðis um Oyggjaleikir og kostnaðin: ”Tað er ein stórur trupulleiki at kostnaðurin av Oyggjaleikum er so høgur. Um Føroyar ynskir at vit skulu luttaka á einum stórum felags ítróttatilfaki, sum Oyggjaleikir, so átti stuðulin at verið væl hægri. Tá vit í ár skulu gjalda út við 10.000 krónur fyri hvønn luttakara, so kann ein ikki lata verða við spyrja, hvat verður so kostnaðurin um fýra ár tá Oyggjaleikir verða á Bermuda. Svimjingin er noydd at taka spurningin upp um prísurin á luttøkuni í Oyggjaleikum er rímiligur í mun til ítróttaliga støðið.” Oyggjaleikir, HM, EJM og EM á stutthylji fella øll sama ár og leggur stórar byrður á eitt sersamband sum Svimjisambandið.
Greiðar reglur fyri persónligar sponsoravtalur
Avgjørt var at Svimjisambandið skal gera greiðar reglur fyri hvussu persónligar sponsoravtalur kunnu gerast, eins og at hesar skulu góðkennast bæði av felagi og Svimjisambandið. Aðalfundurin avgjørdi at eykaaðalfundur skal verða hildin 29. august har uppskot um Reglur fyri persónligar sponsoravtalur skal gerast, í hesum sambandi skal eisini gerast ein sáttmáli millum svimjarar og Svimjisambandið, tá ið svimjarar verða úttiknir til landsliðið.
Val av nýggjari nevnd var útsett til eykaaðalfundin 29. august.
Vælnøgd við FM – JM og UM
Í ár er nýtt bólkabýti sett í gildið, við trimum árgansbýttum bólkum eins og at ein Juniorbolkur verður svomin saman við Føroyameistarastevnuna. Bæði bólkabýtið og at, tað verður gjørt nógv burturúr meistarakappingunum fekk stóra undirtøku frá feløgunum. Avrátt var at Svimjinevndin skal arbeiða við einum bólki 4, har nýggir svimjarar fáa møguleika fyri at svimja 25 metrakappingar og onnur undirhaldandi innsløg skulu verða.
——-
Ynskja tit fleiri upplýsingar kunnu tit ringja til Jon Hestoy, telefon 59 45 55.
Heilsan
Jon Hestoy